Einvegis ferðaseðil til Mars

Einvegis ferðaseðil til Mars
Í 2023 fer hollendska felagið Mars One at senda 4 vanlig fólk upp á Mars. Talan er um ein einvegis ferðaseðil og sostatt eitt endaligt farvæl við Jørðina.
02.11.2014 - 17:00

Sleppa ongantíð heim aftur

200.000 fólk kring allan heimin hava søkt um at sleppa við. Nú eru 1000 fólk eftir í úrveljingini. Og í 2023 fara fýra fólk avstað uppá Mars – og sleppa ongantíð heimaftur.

 

Endamálið við verkætlanini er at geva tí vanliga menniskjanum møguleika at síggja, føla og uppliva rúmdina. Sum nú er, eru tað bert rúmdarfarar og fólk við nógvum peningi, sum hava havt ágóðan av rúmdini, men tað fer Mars One at broyta.

 

Ætlanin er at skapa eina lítla bygd, sum síðani skal vaksa. Í 2023 fara tey fyrstu fýra fólkini avstað og lenda á Mars umleið 7 mánaðir seinni. Eftir hetta verða fleiri fólk send avstað. Hetta skrivar Politiken.

 

Danir eru enn við í úrveljingini

Orsøkin, at fólkini ikki sleppa heim aftur, er tann, at tað er bæði ov dýrt og ov ótrygt at gera eina rúmdarstøð á Mars, ið er før fyri at senda eina rúmdarrakett frá Mars og heim aftur til Jørðina. Men hetta forðar ikki fólki at melda seg til.

 

Danska Mai Madsen er enn við í úrveljingini. Hon er 35 ára gomul, frá Esbjerg og arbeiðir sum sosial- og heilsuhjálpari. Hon hevur ferðast og upplivað nógv, men sigur eisini, at Jørðin ikki gevur henni so nógvar avbjóðingar og upplivingar longur. Tískil hevur hon valt at melda seg til og er ein av teimum 1.058, sum enn eru eftir í úrveljingini.

 

Mars er vandamikið

Serfrøðingar eru ósamdir, um hendan verkætlanin er eitt gott hugskot. Summi vilja vera við, at eitrandi sandstøvið kann verða ein trupulleiki, at maturin verður uppi, og at fólkini ikki fara at klára kuldan (miðalhitin á Mars er -63 gradir).

Aðrir serfrøðingar eru meira positivir og vænta, at bygdin á Mars verður staðið, har tey ríku flyta til um nøkur ár og kanska eisini staðið, sum fer at húsa alskyns veruleikasjónvarpssendingum.

Mai Madsen hugsar ikki so nógv um tey vandamiklu viðurskiftini, men sigur, at um hon verður tikin út, fer hon at sakna familju og vinir og eisini sín lítla urtagarð í Esbjerg.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.