Republikanarar vinna amerikanska miðvalið

Republikanarar vinna amerikanska miðvalið
Republikanarar hava nú fleirtal í amerikansku kongressini
05.11.2014 - 09:45

Í nátt varð tað greitt, at Republikanarar bæði hava meiriluta í umboðsmannatinginum og í senatinum.

 

Áðrenn amerikanska miðvalið spáddu tey flestu, at Republikanarar framhaldandi fóru at hava meiriluta í umboðsmannatinginum; harafturímóti lá spenningurin í, um Demokratarnir fóru at missa fleirtalið í senatinum, og tað gjørdu teir. Nú hava Republikanarar bæði meiriluta í umboðsmannatinginum og í senatinum.

 

Serfrøðingar meta, at hetta ikki fer at hava so stóra ávirkan á amerikanskan politikk. Tó fer hetta úrslitið at minka um valdið og møguleikarnar tey næstu tvey árini hjá amerikanska forsetanum, Barack Obama, skrivar DR. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.