- Tíðindi, mentan og ítróttur
25 ár síðani at Múrurin fall
25 ár síðani at Múrurin fall
Í dag hevur verið ein stór hátíðarløta í Berlin í samband við, at 25 ár eru liðin síðan, at Múrurin fall.
09.11.2014 - 21:15
Tað hevur verið ein stór ljósveitsla í týska høvuðsstaðnum, Berlin, í kvøld 9. novembur. Í dag eru nevniliga 25 ár síðani, at Berlinmúrurin fall. Múrurin, sum síðan 1961 súmboliseraði stríðið millum kommunismuna og kapitalismuna.
Í dag, 25 ár seinni, er jarnteppið burtur, og ístaðin varð Berlin upplýst av 8.000 lýsandi ballónum, ið myndaðu eina 15 km langa linju – linjan, har múrurin áðrenn stóð og býtti Berlin í tvey.
Tað eru brøðurnir Marc og Christopher Bauder, ið standa aftanfyri átakið, sum verður nevnt ”Lichtgrenze”, ið merkir ljóslandamark.
Kelda: dr.dk
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |