Vann 70 mió og misti alt

Vann 70 mió og misti alt
Ein breti, sum vann tíggjutals milliónir, søplaði allar pengarnar burtur og endaði sum heimleysur.
14.11.2014 - 10:30

Í 1995 vann Lee Ryan 70 mió. kr. Lee var tá 35 ára gamal, smákriminellur og frá Leicester. Grundað á bilstuldur skuldi Lee í fongsul í 6 mánaðar, áðrenn hann slapp at brúka pengarnar; men eftir hetta gekk skjótt fyri seg, skrivar Jyllands-posten.

 

Hann keypti fleiri bilar: Ein Bentley, ein Ferrari, ein Porche og ein BMW við nummarplátunum LEE 1, LEE 2, LEE 3 og LEE 4.

Eftir hetta keypti hann eini hús fyri 10 mió. kr., eina tyrlu og eitt flogfar. Hann skuldi tó gjalda eina bót uppá 70.000 kr. fyri at órógva grannarnar við tyrluni.

 

Síðan bleiv hann giftur við Jyldyz Djangaracheva og búsettist við konu síni í hennara heimlandi, Kirgisistan. Her gekk skjótt: Hann misti 20 mió. kr. upp á vánaligar íløgur, og hann bleiv harumframt snýttur av lokalu mafiuni.

 

Tá ið Lee nøkur ár seinni kom aftur til Onglands, hevði hann ongar pengar eftir. Í nøkur ár búði hann sum heimleysur í London, og í dag tjenar hann 100.000 kr. um árið sum myndamaður.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.