- Kenslan var ótrúliga góð

- Kenslan var ótrúliga góð
Føroyska landsliðið tryggjað sær trý stig í skjáttuna, tá ið Føroyar vunnu 1-0 á Grikkalandi í EM undankappingini.
15.11.2014 - 15:30

Mong eru tey, sum hava snakkað um føroyska bragdið í Landskrona á sinni, tá ið Føroyar vunnu 1-0 á Eysturríki. Gjárkvøldið, 24 ár eftir Landskrona, hendi enn eitt bragd í føroyskari fótbóltssøgu, tá Føroyar vunnu 1-0 á Grikkalandi.

 

Ein av evnaríku spælarunum er miðvallaleikarin, Brandur Hendriksson Olsen, ið er 18 ára gamal og sostatt yngsti leikari á liðnum. Hann spælir við danska liðnum FCK. Brandur sigur soleiðis um dystin:

 

 

Hvussu var kenslan, tá ið dómarin bríkslaði, og dysturin var liðugur?

 

- Kenslan var ótrúliga góð. Hetta er eitt tað stórsta føroyska bragdið í søguni, og at vera ein partur av tí, er sera stuttligt. Men viktigasta av øllum er, at vit ikki føla okkum mettar av hesum. Hetta er eitt stórt úrslit, men vit eru við fyri at vinna enn fleiri fótbóltsdystir, og tað er næsta mál hjá okkum.

 

Hvussu er tað, at vera yngsti leikari á landsliðnum - og so at spæla ímóti toppliði sum Grikkaland?

 

- Hetta hevði eg ikki droymt um fyri einum ári síðani, men at standa her sum 18 ár, og hava vunnið ímóti Grikkalandi, er ótrúliga stuttligt! Mann følir eitt víst álit, at verða settur at byrja sum 18 ára gamal. Eg eri sera glaður fyri, at hava fingið möguleikan á landsliðnum, og vónandi verða tað nógv fleiri dystir og nôgv góð úrslit framyvir, sigur Brandur, ið er sera fegin um góða úrslitið.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.