- Tíðindi, mentan og ítróttur
Soleiðis sær kvinnukroppurin út
Mótamyndatakarin, Søren Rønholt, hevur júst útgivið bókina: The Nordic Book, har 50 norðurlendskar kvinnur vísa seg uttan klæðir. Hetta skrivar Jyllands-posten.
Tann dagin, bókin varð givin út, gekk myndamaðurin runt millum fólkini, ið vóru komin til tiltakið, fyri at hoyra reaktiónirnar um bókina. Og tær vóru sera blandaðar.
- Nógv hildu, at tað var stuttligt og gott at síggja heilt vanligar kvinnur uttan klæðir. Men nógvar ungar kvinnur hildu, at myndirnar vóru beinleiðis andstyggiligar. Hetta vísir, hvussu fremmandgjørd vit eru blivin fyri nátúrliga kvinnukroppinum, og hetta er serliga galdandi fyri tey ungu, sigur Søren Rønholt.
Ein onnur bók, sum eisini hevur fingið nógva umtalu í samband við omanfyrinevnda evnið, er bókin: Usminket. Myndatakararnir Morten Fauerby og David Bering hava tikið myndir av 60 kendum donskum kvinnum uttan sminku. Hetta hevur til endamáls – júst sum The Nordic Book – at vísa nátúrligu kvinnuna og sostatt bróta ta fullkomnu ímyndina, vit vanliga hava av kvinnukroppinum, skrivar DR.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |