FMA verður aftur

FMA verður aftur
FMA heiðrar aftur bestu tónleikarunum og besta tónleikinum í 2015.
11.12.2014 - 22:45

Føroysku Tónlistavirðislønirnar 2015 verða handaðar í Norðurlandahúsinum leygardagin 14. mars 2015.

 

Kringvarpið, Miðlahúsið og Norðurlandahúsið skipa fyri tiltakinum. Tónleikafagnaðurin heiðrar bestu føroysku tónleikaavrikunum farna árið. Tiltakið er savnandi og fevnir um alt slag av tónleiki, skrivar Norðurlandahúsið.

 

- Tað er neyðugt at fagna føroyskum tónleiki við einum árligum tiltaki, sum varpar ljós á og gevur føroyskum tónlistafólkum ta virðing, tey hava uppiborið, og har føroyskur tónleikur og føroyskir tónleikarar eru í miðdeplinum, halda fyriskipararnir. 

 

FMA, Faroese Music Awards, varð á fyrsta sinni hildið 14. mars í ár. Tá vórðu 22 virðislønir handaðar. Hóast FMA bæði varð stroymað á netinum og útvarpað á RÁS2 og í KVF, so varð sjálv handanin í Norðurlandahúsinum útseld. Fleiri enn 5000 fólk fylgdu við tiltakinum, ið er føroyskt met. Tiltakið var somikið væl eydnað, og tí hevur arbeiðsbólkurin valt at endurtaka tónleikatiltakið.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.