Nú fáa vit depressión mitt í 20’unum

Nú fáa vit depressión mitt í 20’unum
Miðalaldurin fyri tey, sum fáa depressión fyri fyrstu ferð, hevur ongantíð verið so lágur sum nú.
15.12.2014 - 21:45

Fyrr var depressiónin mest vanlig millum tey, sum høvdu hús, arbeiði og familju. Í dag er vanligt, at lesandi fáa depressión.

Í 1950’unum var miðalaldurin fyri danir, sum fingu depressión fyri fyrstu ferð, 40 ár. Í dag er miðalaldurin umleið 25 ár. Hetta sigur Poul Videbech, ið er professari á Aarhus Universitetshospital, við DR.

 

Strongd og høg krøv

- Hendan gongdin merkir, at av tí vit liva longri í dag samanborðið við fyrr, so hava vit fleiri liviár at gerast depremerað í. Tí depressiónin er nevniliga ofta afturvendandi, sigur Poul Videbech og heldur á fram:

 

- Trupulleikin í dag er, at krøvini eru ov høg. Um tú ikki ert virkin 120% á arbeiðsplássinum, so verður tú útistoyttur ella sjúkrameldaður. Tað eru nevniliga strongd og høg krøv á arbeiðsplássinum, ið hava viðført, at depressiónin er so útbreidd í dag í mun til fyrr. Hetta er ein sera ørkymlandi støða, samfelagið er í.

 

Hann leggur eisini afturat, at tað ikki eru upprópini og opinleikin um depressión, ið eru grundin til lága miðalaldurin, men harafturímóti strongd og høg krøv.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.