Alt kostar – eisini sprotin.fo

Alt kostar – eisini sprotin.fo
Orðaskifti hevur tikið seg upp á Facebook, har fleiri eru á gosi um, at netorðabøkur Sprotans ikki eru ókeypis longur. Fólkaskúlanæmingar hava m.a. tikið stig til bólk á Facebook, ið nevnist “Varðveit netorðabókina Sprotan”.
05.01.2015 - 19:45

“Kæri FC-brúkari. Frá 1. januar 2015 ber IKKI til at brúka netorðbøkurnar ókeypis við FC-innritan. Netorðabøkurnar eru ókeypis á skúlum, men ikki við FC-innritan.” Soleiðis stendur á sprotin.fo, um tú roynir at rita inn við tínum first class brúkara við tí fyri eyga at brúka orðabøkurnar hjá Sprotanum á netinum.

 

 

Netorðabøkurnar eru væl umtóktar

Nógv eru hørm um, at orðabókapallurin ikki er tøkur ókeypis longur. Talgildu orðabøkurnar hava stóran týdning fyri føroyska málið. Bæði næmingar og lærarar hava í miðlunum víst á týdningin at hava dagførdar netorðabøkur til taks dagliga. Hetta er eitt stórt afturstig fyri allar føroyskar næmingar og eisini fyri málið, at sprotin.fo ikki er ókeypis longur, skrivar Skúlablaðið.

 

Síðan 2011 er talið av brúkarum á sprotin.fo fimmfaldað. Í 2011 vitjaðu umleið 2.000 brúkarar sprotin.fo um vikuna, og í 2014 vitjaðu umleið 10.000 brúkarar heimsíðuna um vikuna.

 

 

Sáttmálin gekk út

Í 2010 gjørdu Mentamálaráðið og Sprotin sáttmála um, at netorðabøkur Sprotans skuldu verða ókeypis at brúka hjá øllum fólkaskúlanæmingum, miðnámsskúlanæmingum og hægri lesandi. Hesin sáttmáli gekk út 31. december 2014. Orsøkin er, at Mentamálaráðið ikki vil gjalda fyri netorðabøkurnar hjá fólkaskúlanæmingunum. Mentamálaráðið metir, at tað er ábyrgdin hjá kommununum at gjalda fyri orðabøkurnar, tí kommunurnar hava sjálvar ábyrgd fyri fólkaskúlunum.

 

Miðnámsskúlanæmingar og hægri lesandi hava kortini ókeypis atgongd til orðabøkurnar hjá Sprotanum. Men henda tænasta er bert galdandi á skúlunum. Tú kanst also ikki sita heima og brúka netorðabøkurnar ókeypis – hóast heimaarbeiði er ein partur av at vera lesandi. Vónandi verður ein loysn funnin til henda trupulleika skjótt.

 

 

Hugskotið til sprotin.fo

Hugskotið til orðabókapallin, sprotin.fo, spratt úr orðabókunum en-fø/fø-en, sum bæði vórðu givnar út í pappírsbók og á fløgu í 2005. Mentamálaráðið og privatar fyritøkur stuðlaðu framleiðsluni.  Men síðan 2005 hevur Sprotin ikki fingið nakran almennan stuðul til at menna orðabøkurnar á netinum.

 

Í 2005 fór Sprotin í holt við at gera orðabøkurnar teldutøkar í samstarvi við teldufyritøku, men hetta vísti seg ikki at rigga. Í 2008 fór Sprotin í holt við at byggja upp egna orðabókaskipan við egnum teldufólki. Í 2010 fóru Sprotin og Orðabókagrunnurin (OBG) at arbeiða saman. Í samstarvi við Nám syrgdi Sprotin fyri, at allar orðabøkurnar hjá OBG komu inn í teldutøku orðabókaskipanina hjá Sprotanum. Somuleiðis fingu allir first class brúkarar ókeypis atgongd til teldutøku orðabøkurnar. Hesum syrgdi Mentamálaráðið fyri.

 

 

Tíðarkrevjandi og kostnaðarmikið

At fáa allar 13 orðabøkurnar talgildar er ikki løtuverk. Tað hevur stundum verið trupult og tíðarkrevjandi. Hóast arbeiðið hevur verið kostnaðarmikið, so hevur Sprotin fíggjað alt arbeiðið at fáa orðabøkurnar teldutøkar á sprotin.fo. Umframt at orðabøkurnar eru teldutøkar, hevur Sprotin eisini ment eina orðabóka-app við øllum 13 orðabókunum. Hetta hevur somuleiðis verið kostnaðarmikið hjá Sprotanum.

 

Mentamálaráðið hevur goldið fyri tænastuna hjá øllum teimum lesandi, men nú er vent í holuni. Mentamálaráðið vil ikki gjalda fyri hesa tænastu í sama mun longur. Allir first class brúkarar hava havt atgongd til netorðabøkur Sprotans. Trupulleikin er tó, at fleiri hava first class, sum tó ikki eru lesandi. Tað eru sostatt fleiri, ið hava nýtt hesa tænastu ókeypis, hóast tey av røttum ikki áttu at fingið ókeypis atgongd til talgildu orðabøkurnar. Brúkarin er glaður at fáa tænastuna ókeypis, men tað gongur ikki longdini, skrivar Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum.

 

Av tí at tað er kostnaðarmikið at reka ein slíkan orðabókapall, má brúkarin sjálvur rinda kostnaðin. Undir øllum umstøðum vita vit øll, at einki er ókeypis, skrivar Jonhard Mikkelsen á sprotin.fo. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.