Ein tilvitaður ungdómur

Ein tilvitaður ungdómur
Ung spilla ikki tíðina á skúlabeinki. Stundum hava tey bara valt skeivt, tí kunningin um fleiri møguleikar eftir lokið fólkaskúlaprógv er ikki nóg góð, heldur Kristina Clementsen úr Unga Tjóðveldinum.
07.01.2015 - 18:30

Ofta verður tað misskilt í Føroyum, at vit bara hava eina miðnámsskúlaútbúgving. Tað er tann klassiski studentaskúlin. Tey flestu fara á studentaskúla eftir loknan fólkaskúla, og taka eina miðnámsútbúgving á trý ár. T.d. hevur Studentaskúlin í Hoydølum sett stórt met við næmingatalinum tey seinastu árini og stendur bara í vøkstri. Men Studentaskúlin i Hoydølum má ikki síggjast sum einasti miðnámsskúlin í Føroyum, tí tað er hann ikki, hóast hann er tann størsti.

Nógv ung spilla tíðina burtur á skúlabeinki” ljóðaði yvirskrift hjá in.fo eftir pallborðsfund millum ungmannafeløgini tann 17.desember. Um hetta er rætt, so hava vit ein stóran trupulleika í Føroyum, ið vit mugu broyta. Eg eri tó ikki samd í, at tað eru so nógv, ið spilla sína tíð burtur á skúlabeinki. Hóast tey trý árini ikki júst eru akkurát tú, so hevur tú verið ígjøgnum eina stóra menning og havt møguleikan at fingið innlit í nógv fak, ið tú áðrenn ikki hevði. Harvið hevur tú eisini lært meira um teg og tíni áhugamál, og gerst meira vitandi um tíni val aftaná.

Meira vegleiðing til fólkaskúlanæmingar
Trupulleikin liggur neyvan í bókligu miðnámsskúlunum, men í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum. Um tú ongantíð hevur fingið kunning og vegleiðing um, hvørjar møguleikar tú hevur, so fylgir tú sjálvandi streyminum, sum leiðir teg har hini í nærumhvørvinum fara. Í fólkaskúlanum áttu næmingar at havt lestrarvegleiðarar ella líknandi skipanir, ið veruliga kunnaðu næmingarnar um møguleikarnar í Føroyum. Tað eru ivaleyst fleiri, ið ynskja at gerast lærlingar ella nema sær sjólívið, kanska  serliga dreingir. Eg hugsi serliga um skeiva býtið av kynum í størsta miðnámsskúlanum í Føroyum. Vit mugu tí undir at skipa fyri útbúgvingum, ið bæði gentur og dreingir hava tørv á. Ein byrjan er eitt slag av lestrarvegleiðing í fólkaskúlanum, ið hevði gjørt næmingin meira tilvitaðan um sítt val og kunnaðan um sínar møguleikar.

Júst sum nú, so skulu øll hava møguleikan at fara á ein miðnámsskúla. Vit ungu kunnu ikki revsast fyri manglandi kunning í kravdu skipanini, og dumpa eina upptøkuroynd at sleppa at ganga í einum miðnámsskúla. Um tað eru so nógv, ið spilla sína tíð burtur á skúlabeinki, so merkir tað, at vit mugu bjóða teimum aðrar møguleikar. Vit skulu skipa fyri meira yrkisrættaðum útbúgvingum, ið ungdómurin hevur tørv á. Útbúgvingarnar skulu geva atgongd til hægri útbúgvingar so sum innan matvøru, matgerð, heilsufrøði, búskap, sølu, handil, sniðgeving og innan byggi- og tekniska økið.

Hetta kann hava við sær, at ung í Føroyum fara at velja sær eina lívsleið, ið bæði gagnar teimum og samfelagnum væl. Tað føroyska samfelagið hevur brúk fyri øllum. Øll hava ymiskar førleikar og áhugamál, og hetta eiga vit at gagnnýta. Vit skulu hava opnar møguleikar til øll ung í Føroyum, eisini tey, ið ikki fylgja streyminum.

Kristina Clementsen,
Løgtingsvalevni Tjóðveldis

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.