Lesarabræv: Flóttafólkapolitikk tillagaðan til føroyska samfelagið

Lesarabræv: Flóttafólkapolitikk tillagaðan til føroyska samfelagið
Tráin Petursson Nónklett, formaður í Unga Tjóðveldið, hevur skrivað lesarabræv um flóttafólk og hví Unga Tjóðveldið metir at føroyingar hava eina ábyrgd.
13.01.2015 - 21:45

Sambært Sameindu Tjóðum er talið av flóttafólki í løtuni hægsta talið síðani Seinna Heimsbardaga. Í løtuni eru 51 milliónir menniskju flóttafólk.

 

Tá vit tosa um flóttafólk og hvørt Føroyar eigur at taka móti flóttafólkum, eru fólk noydd til at hugsa longri enn um seg og síni. Eingin ynskir at gerast flóttafólk, men veruleikin er tíverri tann, at tað eru met nógv flóttafólk í løtuni og tølini veksa hvønn dag.

 

Føroyar kunnu ikki longur sita hendur í favn – vit mugu taka ábyrgd og skipa ein flóttafólkapolitikk, sum er tillagaður til føroyska samfelagið!

Flóttafólk eru persónar, sum hava grundaðan ótta fyri at vera forfylgd orsakað av rasu, átrúnaði, uppruna, tilknýti til serligan sosialan bólk, kynsliga sannføring ella politiska áskoðan, og sum ikki eru í heimlandi sínum.

Í nýggjársrøðu síni gjørdi Kaj Leo Holm Johannesen greitt, at hann metti, at Føroyar hava ein moralska ábyrgd at hjálpa neyðstøddum fólkum. Í Unga Tjóðveldinum fegnast vit um, at løgmaður setti hol á kjakið viðvíkjandi flóttafólki. Vit meta tað vera neyðugt, at Føroyar yvirtaka útlendingaøkið, soleiðis at vit kunnu skipa okkara egna útlendinga- og flóttafólkapolitikk. Tað krevst sjálvsagt nógv at taka ímóti flóttafólki. Neyðugt er, at vit taka neyðugu stigini fyri at verða før fyri at taka ímóti flóttafólki. Vit mugu tryggja okkum, at øll verða væl móttikin og fáa neyðuga hjálp, t.d. tulk, góðan bústað, sálarfrøðiliga hjálp og góða undirvísing í føroyska málinum og samfelagnum. Hvør einstakur føroyingur hevur eisini ábyrgd av at taka væl ímóti øllum, ið koma til Føroyar. Hetta ger tað lættari hjá útlendingum at fella til føroyska samfelagið.

Í løtuni eru nógvir fordómar og generaliseringar mótvegis útlendingum og serliga flóttafólki. Tað hevur alstóran týdning, at hvør einstakur setur seg inn í støðuna flóttafólk eru í. Eingin ynskir at gerast flóttafólk. Hetta eru tey sárbarastu fólkini, ið eru til. Tey eru útsett og hava brúk fyri hjálp. Vit eiga at hjálpa tað vit kunnu. Tað eru onnur lond, sum eru á leið á okkara stødd, sum taka móti flóttafólki. T.d. kunnu lond sum Liktinstein og Ísland nevnast. Her eiga vit at hyggja at, hvussu tey hava skipað móttøkuna av flóttafólki, og síðani skipa ein flóttafólkapolitikk tillagaðan til føroyska samfelagið. Føroyar er ein framkomin tjóð, ið hevur eina moralska ábyrgd at hjálpa fólki í neyð.

At enda vil eg heita á øll, sum taka lut í kjakinum hvørt Føroyar skulu taka móti flóttafólki, um at vísa góðan kjaksið. Fólk mugu leggja generaliseringar og fordómar til viks, og royna at seta seg inn í støðuna flóttafólk eru í. Hetta hevði verið við til at bøtt um kjakstøðið.

Vegna Unga Tjóðveldið
Tráin Petursson Nónklett, formaður

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.