Hesir filmar kappast um ein Oscar

Hesir filmar kappast um ein Oscar
Les her hvør filmur, hvør leikstjóri og hvør sjónleikari hevur fingið Oscartilnevning.
15.01.2015 - 17:15

Amerikanski leikstjórin, Richard Linklater, verður møguliga stóri vinnarin til Oscarheiðurshandanina tann 22. februar.

Hetta kom fram, tá ið tilnevningarnar til ársins Oscar vórðu avdúkaðar á Samuel Goldwyn Theater í Beverly Hills, skrivar DR.

 

Richard Linklater hevur leikstjórnað filmin, ’Boyhood’, sum hevur tikið 12 ár at gera. ’Boyhood’ er tilnevndur besta film og besta leikstjóra. Fleiri vilja vera við, at hann hevur góðar møguleikar at fara avstað við báðum virðislønunum.

 

Aðrir filmar, ið eisini eru tilnevndir, eru ’Birdman’, ’Foxcatcher’, ’The Imitation Game’ og ’The Grand Budapest Hotel’. Filmarnir ’Birdman’ og ’The Grand Budapest Hotel’ fingu flest tilnevningar.

 

Besti sjónleikari

Julianne Moore er stórfavorittur til at gerast besti kvinnuligi sjónleikari fyri sítt avrik í ’Still Alice’. 

Kappingin um virðislønina fyri besta mannliga sjónleikara liggur væntandi ímillum Michael Keaton fyri sítt avrik í filminum, ’Birdman’, og Eddie Redmayne fyri sítt avrik í ’The Theory of Everything’.

 

Oscarsýningin verður sunnudagin 22. februar í Dolby Theatre í Hollywood, og Neil Patrick Harris verður vertur hesaferð.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.