Blind lána frísk eygu

Blind lána frísk eygu
Við appini ’Be my eyes’ kunnu blind seta seg í samband við fólk, ið hava hug og tíð at hjálpa.
16.01.2015 - 12:30

At seta tónleik frá ella at tendra ovnin kann vera torført, um tú ikki sært. Men nú er ein app komin út, sum kann hjálpa blindum og fólkum, ið ikki síggja so væl. Hetta skrivar DR.

 

Appin eitur: ’Be my eyes’ – ver míni eygu – og setur blind í samband við sjálvboðnum, sum síggja. Sostatt kann ein blindur ringja til ein hjálpara, sum er klárur at hjálpa beinanvegin.

 

Í gjár høvdu 604 blind og 4.968 hjálparar meldað seg til appina. Danin, Hans Jørgen Wiberg, hevur uppfunnið appina. Appin kann enn bara nýtast við iPhone.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.