Følir tú teg feita? Ja, so verður tú feit…

Følir tú teg feita? Ja, so verður tú feit…
Følir tú teg feita, sjálvt um vektin er púra normal? Tað skalt tú lata vera við, tí gransking vísir, at so ert tú í størri vanda at gerast ov tjúkk
23.01.2015 - 10:45

Talið á vektini er púra normalt, men spegilsmyndin sigur nakað heilt annað. Og tað kann verða vandamikið, vísir ein nýggj kanning, sum skjótt verður almannakunngjørd í Psychological Science. Hetta skrivar Metroxpress.

 

Um tú sjálv ella sjálvur heldur, at tú ert ov tjúkk ella tjúkkur, ja, so ert tú í størri vanda at blíva tað.

 

Kanningin vísir, at 16 ára gomul, sum hava eina normala vekt, men sum halda seg vera feit, hava 40% størri váða at gerast ov feit, áðrenn tey gerast 30.

 

Kanningin

6.523 fólk vórðu máld og vigaði sum 16 ára gomul og aftur sum 28 ára gomul. Her bleiv skrivað niður, hvør helt seg vera ov tjúkkan hóast eina normala vekt.

 

Úrslitið av kanningini vísti, at tey, sum hildu seg vera ov feit sum 16 ára gomul, høvdu 40% størri váða at gerast feit sum 28 ára gomul.

 

Grundin til hetta er óivað, at tey, sum halda seg vera feit, ofta velja skjótar klænkingarkurar og aðrar ósunnar kurar.

 

Tískil er umráðandi, at tú sært meira positivt upp á teg sjálvan – og tína vekt.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.