- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyskir filmsdagar í Norðurlandahúsinum
Filmsdagarnir byrjaðu í gjár við eini týskari filmatisering av Barbaru. Fitt av fólki høvdu leitað sær oman í Norðurlandahúsið at síggja hendan filmin, ið ikki hevur verið vístur í áratíggjur. Í dag eru tríggjar sýningar við 5 ymiskum filmum m.a. geytavirðislønti filmurin, Skuld, hjá Heiðriki á Heygum og stuttfilmurin, Munch, sum vann áskoðaravirðisløn í 2013. Komandi dagarnar hevur tú eisini møguleika at síggja m.a. Vetrarmorgun og Terminal, ið vann Geytan í 2013.
Skráin:
Fríggjadagur 23. januar kl. 19.00
BARBARA - WILD WIE DAS MEER
Týsk Barbara filmatisering frá 1961 við framløgu.
Leygardagur 24. januar kl. 14.30
LUDO + MAGMA
Psykologiskt drama við forfilmi og vitjan av leikstjóra
Leygardagur 24. januar kl. 16.30
FØROYSKUR FILMUR (SKULD) – NÚ OG Í FRAMTÍÐINI
Stuttfilmur og orðaskifti um framtíðarútlitini
Leygardagur 24. januar kl. 19.00
ATLANTIC RHAPSODY + MUNCH
Gerandisdagur í Havn í 1989 við formilmi og vitjan av filmleikstjóra
Sunnudagur 25. januar kl. 16.30
BYE BYE BLUE BIRD + TERMINAL
Føroyskur road-movie frá 1999 við forfilmi og vitjan av filmleikstjóra
Sunnudagur 25. januar kl 19.00
BARBARA
Stórsligin Barbarafilmatisering frá 2997
Mánadagur 26. januar kl. 19.00
SELKVINNEN + VETRARMORGUN
Norskur filmur frá 1953 við framløgu og forfilmi
Týsdagur 27. januar kl. 19.00
THE BLINK MOD VEST + ALDUR
Dokumentarfilmur frá 1992 við forfilmi og vitjan av filmleikstjóra
Mikudagur 28. januar kl. 19.00
1700 METER FRA FREMTIDEN
Dokumentarfilmur frá 1990 og vitjan av filmleikstjóra
Les meira um tiltakið og fá nærri frágreiðing um filmarnar her.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |