25 ting mann skuldi gjørt meira av

Myndin er frá SodaHead
25 ting mann skuldi gjørt meira av
Ofta er gerandisdagurin ov gráur, hampiligur og einsformaður. Her eru 25 ting, sum kunnu krydda lívið við gerandisligum festligheitum
06.02.2015 - 13:45

22 ára gamli danin Mikkel Bækby Johansen hevur gjørt ein lista við 160 tingum, sum mann burdi gjørt meira av fyri at fáa gerandisdagin eitt sindur stuttligari. Niðanfyri eru útvald 25 ting av listanum.

 

  1. Siga ”skriva eina bók um tað”, um fólk siga nakað, sum ikki er so áhugavert.
  2. Siga ”apropos” eitt ella annað og so fullkomiliga skifta evni.
  3. Tosa fyri onnur í kjaki, sum til dømis ”og tað veit eg, at Bartal er samdur í”.
  4. Taka avgerðir fyri onnur, og so aftan á sannføra tey um, at tað er tann rætta avgerðin.
  5. Skumpa til fólk, tá ið mann sigur nei til okkurt.
  6. Orða spurningar ágangandi:  ”Vilt tú hava kaffi ella vilt tú ikki hava kaffi?”, ístaðin fyri bara at spyrja, um tey vilja hava kaffi.
  7. Lata eyguni aftur, meðan mann tosar.
  8. Hava eina plan B.
  9. Lata sum um, at fólk kenna tínar rutinur: ”Kemur tú við í kvøld?” – ”Nei, tað er týsdagur”.
  10. Lúgva fyri fólki, meðan onnur eru tilstaðar, sum kenna sannleikan.
  11. Smíla til fólk uttan at smíla við eygunum.
  12. Spyrja onkran, um tit ikki líka kunnu hava eitt prát undir fýra eygum.
  13. Geva fólkum deadlines.
  14. Taka tað sum eina uppliving.
  15. Um mann hoyrir fólk flenna mitt í eini samrøðu, sum mann ikki sjálvur er partur av, skal mann flenna við.
  16. Um fólk greiða nágreiniliga frá um okkurt kul og framkomið, tey gera ella hava gjørt, skal mann svara ”so tað, tú gert, er faktiskt bara..?”, sum um tað einki hevur upp á seg.
  17. Siga ”fyri tað fyrsta” uttan at siga ”fyri tað næsta”.
  18. Flenna ímeðan mann sigur okkurt, sum er líkamikið, til dømis okkurt praktiskt sum: ”Kanst tú rætta mær glasið?”, sum um mann fer at siga okkurt, ið er ordiliga stuttligt.
  19. Vera ordiliga naiv/ur
  20. Við vilja tapa kjak, og tá ið mann tekur evnið upp aftur seinni, skal mann siga tað, sum mótparturin talaði fyri í upprunaliga kjakinum – ”nei, tað var tað, sum eg segði”.
  21. Fáa orðið ”tvørturímóti” við so ofta sum gjørligt.
  22. Spyrja fólk, sum mann ikki kennir so væl, týdningarleysar spurningar: ”Nær er tað, tú hevur føðingardag?”.
  23. Krevja dokumentatión og fylgiskjal, um fólk greiða frá eini feitari uppliving.
  24. Siga ”og tað fortelur tú mær, tí at…?” um fólk greiða tær frá onkrum, sum kanska ikki viðkemur tær.
  25. Siga ”stop” ímeðan onkur tosar og hyggja, hvat hendir.

 

Les allan listan her: http://www.euroman.dk/artikler/nyheder/160-ting-man-burde-gore-noget-mere/

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.