Tí eru vit ov sein

Tí eru vit ov sein
Kanningar benda á, at tað er persónligheitin, ið avger, um vit hava lyndi til at møta ov seint
07.02.2015 - 21:15

Øll kunnu vera ov sein av og á, men nøkur hava lyndi til at verða í minsta lagi fimm minuttir ov sein til alt. Sambært nýggjum kanningum, so er hetta ein viðføddur partur av persónligheitini hjá summum.

 

Sambært granskarum duga summi rætt og slætt ikki at meta um, hvussu langa tíð ørindir og uppgávur taka. Somuleiðis vísa kanningar, at fólk, ið vanliga møta ov seint, í miðal undirmeta, hvussu langa tíð ørindi taka við heili 40 prosentum.

 

Eisini bendi ein kanning frá 2001 á, at fólk, ið sum heild hava ein avslappaðan hugburð í dagligdegnum, møta oftari ov seint enn fólk, ið eru vanabundin og framsøkin.

 

Harafturat er munur á, hvussu hesar báðar týpurnar merkja tíð. Fyri stundislig fólk kennist ein minuttur í miðal sum 58 sekund, meðan hann fyri sein fólki kennist sum 77 sekund.

 

Telist tú millum tey, ið hava trupult við at møta til tíðina, so eru nakrar venjingar, sum tú kanst gera fyri at betra um tína uppfatan av tíð.

 

 

Les meira um tær her

 

 

Kelda: www.sciencealert.com

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.