- Tíðindi, mentan og ítróttur
’Fifty Shades of Grey’ slær 'Ringanna Harra'

- Vit hava ongantíð upplivað nakað líknandi.
Sigur stjórin í danska biografinum Cinemaxx, Rikart Olander Købke, við Politiken og heldur áfram:
- Hetta er størsta forsølan, vit nakrantíð hava upplivað. Filmurin hevur eitt heilt serligt Girl Power yvir sær, og hann slær bæði ’James Bond’ og ’Ringanna Harra’.
Købke greiðir eisini frá, at stóra forsølan viðførdi, at skipanin hjá Cinemaxx gekk fyri eina løtu. Hann leggur afturat, at í Týsklandi gekk sjálvt internetið fyri, tá ið forsølan byrjaði. Í byrjanini helt mann, at talan var um terror, men tað var bara stóra forsølan.
Bíbliubeltið kraddar sær atgongumerki
Sambært Fandango, sum selur atgongumerkið online, hava biografgangararnir í bíbliubeltinum verið skjótast at kradda sær atgongumerki til filmin. Til dømis er atgongumerkisølan í Mississippi fýra ferðir so stór, sum væntað.
Filmurin kostaði 40 milliónir dollarar at gera, og fleiri vilja vera við, at filmurin fær 60 milliónir inn um vikuskiftið í USA eina.
’Fifty Shades of Grey’ hevur frumsýning í Havnar Bio hóskvøldið kl. 19.30.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




