- Tíðindi, mentan og ítróttur
Valentine endaði við skotbardaga

Klokkan er 00.57, og vit fara út frá ”Din nye ven” á Sankt Peders stræde mitt í Keypmannahavn. Vit eru á veg til Nørreport, har vit kunnu fara við metroini heim til Amagerbro. Men ímeðan vit standa á Sankt Peders stræde, síggja vit beinanvegin, at her er okkurt heilt galið. Fleiri fólk koma gangandi ímóti okkum og siga, at vit skulu fara øvugtan veg – tað sigur politiið. Eg spyrji sjálvandi hví. Eingin veit. Onkur heldur, at fleiri eru vorðin skotin. Onkur annar heldur, at tey hava funnið drápsmannin.
Vit fylgja sjálvandi við streyminum. Summi renna, onnur taka tað meira róligt. Summi tosa í telefon, onnur standa við telefonini í hondini og vita, um tey kunnu lesa okkurt á donsku miðlunum. Men eingin veit ordiliga, hvat er hent, og um nakað annað fer at henda.
Komnar út á Nørre Voldgade og har standa sjey sjúkrabilar og fleiri politibilar. Alt blinkar: blátt, blátt, blátt, blátt. Tað fyrsta, eg hugsi, er, at eg vil sleppa sum skjótast yvir til Nørreport, soleiðis at eg kann koma heim. Men áðrenn vit vita av, verða vit steðgaðar av einum løgreglumanni, sum spyr, hvar vit fara. Eg sigi, at vit eru á veg yvir til Nørreport. Hann sigur: ”Det ville være en rigtig, rigtig, rigtig dum ide. I skal gå væk her fra og komme væk fra indre by. Jeg kan ikke udtale mig mere”.
Eg hevði hoyrt um skottilburðin fyrr á degnum úti á Eysturbrúgv og gerist sjálvandi meira órólig við tankan um, at okkurt meira ógvusligt er hent.
Vit fáa so at vita, at ein skottilburður hevur verið við synagoguna á Krystalgade – 500 metrar frá har, sum vit eru staddar. Vit, saman við fleiri øðrum, skunda okkum burtur. Eg hoyri onkran rópa, politibilar ýla, tveir smáfullir menn ganga øvugtan veg og vita av ongum. Flestu fólkini ganga sama veg sum vit. Og tað gongur skjótt fyri seg.
Nú nærkast vit Christiansborg. Alt ýlur og blinkar. Eg hyggi upp og síggi eina tyrlu flúgva lágt. Á einum politibili, sum koyrir framvið, stendur: ”Militærpoliti”. Vit koma yvir til eitt bussskýli. Har standa fleiri fólk, og ímillum øll fólkini standa fimm ferðafólk frá Asia; tey spyrja okkum, hvat hendir, og um bussarnir koyra. Eingin veit.
Bussurin er fullur. Eg fari av við Amagerbro statión og byrji at ganga yvir ímóti Tovværkgade. Tá ið eg gangi framvið metroini, hoyri eg metrodamuna siga í hátalaranum: ”Nørreport station er lukket. Alle tog til og fra Nørreport…”.
Eg komi inn og tendri TV2 News. Hetta er ræðuligt.
Les eisini: http://kvf.fo/roddin/greinar/2015/02/15/hetta-vita-vit-um-alopini-i-keypmannahavn
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




