Tí klappa vit í takt

Tí klappa vit í takt
Granskari greiðir frá, hví fjøldin sum oftast endar við at klappa í takt
19.02.2015 - 23:15

Leikurin er liðugur, og hann var fantastiskur. Tú og øll fólkini rundan um teg byrja at klappa. Í byrjanini ljóðar tað sum best ber til – øll klappa í hvør sínum lagi, men sum frá líður, byrja tit so smátt at klappa í takt. Og aftan á eina lítla løtu klappa øll í salinum í takt. Leikararnir bukka, og lógvabresturin gert harðari og harðari í takt við, at hann gert meira synkronur.

 

Vilja vera partur av felagsskapinum

Peter Vuust, sum er professari á jútska tónlistaháskúlanum, greiðir frá, hví vit klappa í takt.

 

- Tá ið vit læra mál, so lurta vit fyri síðani at kunna siga tað, sum vit hava hoyrt. Her er talan um eina umsetingarfunktión til okkara motorisku skipan. Hetta ger seg eisini galdandi, tá ið vit klappa: Vit umseta tað, sum vit hoyra og klappa sostatt í takt við tað, sum vit hoyra. Men grundin til, at vit klappa í takt, er ivaleyst fyri at úttrykkja samhoyring og felagsskap.

 

Peter Vuust greiðir harafturat frá, at tað er ein onnur grund til, at vit klappa í takt. Tá ið vit klappa í takt, so verður lógvabresturn harðari. Tað liggja sostatt sosial viðurskifti í hesum. Vit vilja vísa leikararunum, at framsýningin var góð, og hetta gera vit á besta hátt við einum hørðum lógvabresti, og tískil klappa vit í takt.

 

Vilja skapa harmoni

- Vit vilja eisini skapa harmoni, og tískil duga vit væl at rætta okkum inn eftir øðrum. Kanningar vísa millum annað, at um ein byrjar at klappa skjótari, so byrjar hin automatiskt at klappa skjótari.

 

Peter Vuust greiðir eisini frá, at tað ber væl til at broyta klappitaktina til eitt nú eina framsýning.

 

- Um tú klappar hart, og um tit ikki eru alt ov nógvir áskoðarar til staðar, so ber væl til at stýra taktini. Tað skal tó leggjast afturat, at fólk flest dáma best ein klappiskjótleika millum 80 og 120 sløg um minuttin.

 

Les alla samrøðuna við Peter Vuust her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.