Vit skilja væl, hví fólk flenna, vit flenna eisini sjálvar

Vit skilja væl, hví fólk flenna, vit flenna eisini sjálvar
Seinastu døgnini er sjónband av Kiru Louise Danielsen og øðrum føroyingum farið viralt um netið
20.02.2015 - 00:30

Eitt sjónband, har alt ikki gongur sum ætlað, tá nakrar føroyskar gentur skulu senda eina rakett upp, er farið um allan heimin. Sjónbandið er deilt á ymsum heimasíðum og hevur fingið fleiri milliónir klikk tilsamans. Kira Louise Danielsen var við í hendingini saman við systrunum, nøkrum vinkonum og brúðrini. Kira greiðir soleiðis frá hendingini:

- Tað byrjaði við, at eg fyri nøkrum árum síðani legði videoklippið út á Youtube. Pápi mín tók klippið upp av okkum. Vit hildu polterabend fyri systkinabarni mínum. Vit byrjaðu dagin klokkan 10 á morgni, har vit gjørdu ymist saman. Síðani endaðu vit uppi hjá okkum, har vit fingu okkum drinks og skuldu síðani skjóta hesa rakett upp. Rakettin stóð og bíðaði í eini fløsku, og systir mín festir eld á, og rakettin rýkur upp undir takrennuna og síðani niðuraftur og BOOM.

Byrjaði á Liveleak.com

Sjónbandið hevur verið goymt burtur leingi, men onkur hevur síðani likið tað út.

- Eg sendi tað til Americas Funniest Homevideos, bert til stuttleika. Tey ringdu síðani til mín og søgdu, at tey vildu gjarna brúka hetta video til teirra sending. Eg mátti tí gera videoklippið privat á mínum Youtube.

- Síðani hevur onkur tó fingið fatur á videoklippinum og lagt tað út á Liveleak.com. Tað var har, tað byrjaði at breiða seg á alnótini. Tað kom á forsíðuna hjá Break.com og á ymsar aðrar heimasíður.

Vit taka tað við einum smíli

Genturnar halda allar, at tað er stuttligt, at klippið er komið so langt runt um í verðini.

- Onkur valdi at viðgera videoklippið, við at leggja ljóð til. Har verður tað lagt út, vid at røddin er gjørd arabisk og rópt verður 'Allahu Akbar'. Tann útgávan bleiv løgd út á eina Facebook síðu í gjár og hevur nú út ímóti 800 túsund views.

- Vit skilja væl, hví fólk flenna, vit flenna eisini sjálvar. Vit halda, at tað er stuttligt at lesa viðmerkingarnar, sum fólk hava skrivað undir klippinum. Hóast summi eru eitt sindur frek, taka vit tað við einum smíli.

Blondinur við stóra B

- Tað festligasta av øllum er, at júst tað sama hendi fyrr um dagin sama dag. Hetta var uttan fyri húsini hjá brúðrini, har rakkettin fór upp undir takrennuna og niður aftur á jørðina og BOOM. Hetta var ikki líka ógvusligt og kom ikki upp á film. So vit eru blondinur vid stóra B. Hevur onkur brúk fyri hjálp til at senda rakettir upp... og niður, eru vit altíð til reiðar.

- Vit høvdu sjálvandi skálað gjøgnum dagin, so tað er nokk ein partur av orsøkini til, at hetta endaði, sum tað gjørdi vid rakettunum. Tí halda vit, at yvirskriftin: 'Blond Babes and Fireworks, do not mix. Hevði hóskað betur sum: 'Drunk girls and Fireworks, do not mix.

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.