ISIS beinir fyri heimslist

ISIS beinir fyri heimslist
Í einum nýggjum filmsbroti sæst, hvussu ISIS limir oyðileggja forngamlar standmyndir og listlutir í Irakiska býnum, Mosul
27.02.2015 - 13:15

Í gjár var eitt filmsbrot útgivið, har ið ISIS limir smildra elligamla assýriska list í einum forngripasavni í Mosul og gamlar standmyndir í fornfrøðiliga útgravingarstaðnum í Nineveh.

 

Upptøkurnar vísa, hvussu ISIS limir oyðileggja listlutirnar við borimaskinum og stórum hamarum. Nógvir av lutunum stava heilt aftur frá 9. øld undan okkara tíðarrokning.

 

Eisini hevur Islamiski Staturin brent fleiri bókasøvn við gomlum bókmentum, ið teir ikki hava mett at liva upp til teirra tulking av Islam.

 

Fornaldarfrøðingurin Ingolf Thuesen, ið er leiðari á tvørmentanarligu granskingardeildini á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, samanber hetta við hendingina í 2001, tá Taliban beindi fyri gomlu Buddha standmyndunum í Afghanistan.

 

- Hatta er ófatiligt. Tað svarar til at oyðleggja Eiffel-tornið í París ella obiliskarnar í Egyptalandi. Tað er ein ómetaliga stórur siðsøguligur missur, sigur Thuesen í eini samrøðu við DR.

 

Sí skelkandi filmsbrotið her.
 

Kelda: DR

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.