McCartney á Roskilde

McCartney á Roskilde
Gerið tykkum klár til at rocka! Sigur Paul McCartney, sum verður eitt av høvuðsnøvnunum á Roskilde Festivalinum í ár
06.03.2015 - 10:30

Tann 72 ára gamli tónleikarin Paul McCartney verður eitt av størstu nøvnunum á Roskilde Festivalinum í ár. Hetta skriva DR.

 

Rockveteranurin hevur ikki spælt á everopeiskum festivali í fimm ár, so hann gleðir seg nógv til at spæla á Roskilde.

 

- Eg havi hoyrt, at hýrurin á festivalinum er fantastiskur, so vit gleða okkum. Tað er langt síðan, at vit hava verið í Danmark, so tit kunnu væl byrja at gera tykkum klár til at rocka! Skrivar Paul McCartney í einum tíðindaskrivi.

 

Skrástjórin á Roskilde Festvalinum Anders Wahrén er sera spentur og sigur:

 

- McCartney er í toppformi nú, og hann hevur eitt band við sær, sum hann hevur spælt saman við í 13 ár. Harafturat hevur hann eina ørgrynnu av góðum pop- og rocksangum, ið eru av mest elskaðu sangunum nakrantíð.

 

Roskilde Festivalurin verður frá 27. juni til 4. juli. 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.