Kirkjubio í Hoyvík

Kirkjubio í Hoyvík
Hoyvíkar Kirkja er í kvøld karmur um kirkjubio, har filmurin ‘Luther’ verður sýndur
09.03.2015 - 17:30

Í samband við at skjótt 500 ár eru liðin, síðan trúbótin tók dik á seg, verður filmurin ‘Luther’ sýndur í Hoyvíkar Kirkju í kvøld kl. 19.30. Bergur Bjarkhamar, prestur, heldur stuttan fyrilesturin um filmin.

 

Hóast filmurin snýr seg um kristindómin aftur í 16. øld, so er hann bæði viðkomandi fyri ung og gomul. Hann hevur søgulig fakta, men eisini action og spenning.

 

- Eg havi fleiri ferðir víst konfirmantum hendan filmin, og teimum dámar hann sera væl, sigur Theodor E. D. Olsen, prestur í Hoyvíkar kirkju.

 

Tú kanst síggja trailaran til filmin niðanfyri, har kendi filmsleikarin Joseph Fiennes hevur høvuðsleiklutin.

 

 

 

Trúbótin

Martin Luther var ein av stóru oddamonnunum í trúbótini. Martin Luther varð katólskur munkur, men vendi seinni katólsku kirkjuni baki. Hann metti millum annað, at katólska kirkjan útnyttaði trúnna hjá fólki við at selja avlátsbrøv. Eitt avlátsbræv er bræv, ið gevur syndafyrigeving. Í 1517 negldi Luther 95 setningar á kirkjudyrnar í týska býnum Wittenberg. Teir 95 setningarnir mótmæltu serliga, at kirkjan seldi avlátsbrøv. Við hesum byrjaði Luther trúarkollveltingina.

 

Luther vendi eitt sindur um upp á myndina. Hann helt tað vera skeivt, at kirkjan og fólkið sá Guð sum ein, mann skuldi vera bangin fyri. Ístaðin helt hann, at mann skuldi síggja Guð sum ein, ið mann elskaði.

 

Hóast nógv stríð var millum protestantarnar og katolikkarnar, so spreiddist trúbótin serliga skjótt í Norðurevropa. Trúbótin, eisini nevnd lutherska læran, sigst at vera komin til Føroya við Heina Havreka, sum rak á land í Føroyum um ár 1540.

 

Umframt at Luther er kendur sum oddamaðurin í trúbótini, so umsetti hann eisini Bíbliuna úr latíni til týskt. Luther helt, at øll skuldu hava rættin at lesa Guðs orð. Umsetingin hjá Luther hevur somuleiðis havt stóran týdning fyri varðveitsluna av týska málinum í dag. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.