Myrk sjokoláta er ikki so sunn

Myrk sjokoláta er ikki so sunn
Einaferð hoyrdu vit, at myrk sjókoláta var so sunn, men sambært nýggjari kanning, kann myrk sjokoláta geva heilskuskaðilig langtíðarárin
22.03.2015 - 21:30

Etur tú nógva myrka sjokolátu, so er eitt gott hugskot at hyggja eftir, hvaðani sjokolátan kemur.

 

Myrk sjokoláta inniheldur tungmetallið, cadmium, sum kann vera heilsuskaðiligt í ov stórum mongdum. Sambært kanning hjá Videnskabsmagasinet er stórur munur á cadmium mongdini á ymiskum sjokolátaplátum alt eftir, hvørjum øki sjokolátan stavar frá.

 

 

Cadmium er heilsuskaðiligt

Cadmium rúgvast upp í livrini og nýrunum og kann í longdini geva nýraskaðar, um mann etur tað í ov stórum mongdum.

 

- Vit eta lutfalsiga nógv cadmium frá øðrum føðikeldum, tí er ikki so nógv pláss eftir til cadmium frá sjokolátu, sigur Max Hansen, ráðgevi á DTU Fødevareinstitut.

 

Sambært kanningini hjá Videnskabsmagasinet kann innihaldið av cadmium sveiggja frá 30 til 250 mikrogramm pr. kilo í ymiskum sjokolátaplátum.

Í kanningini hevði myrka sjokolátan frá Toms lægst cadmium virði við 30 mikrogrammum pr. kilo. Kakaobønirnar eru úr Ghana. Myrka sjokolátan frá Ritter Sport hevði mótsætt hægst cadmium virði við 250 mikrogrammum pr. kilo. Kakaobønirnar eru úr Ekvador. 

 

 

Eldgos økir um innihaldið av cadmium

Cadmium er eitt grundevni – eitt metal – sum er at finna í náttúruni og serliga frá eldgosum. Sostatt endar tungmetallið eisini í kakaobønunum, sum mann ger sjokolátu úr.

 

Tískil kann stórur munur vera á sjokolátuni, tá kakaobønirnar koma úr t.d. Ghana í Afrika og Ekvador í Suðuramerika í Andesfjøllunum, har tað er stórur jarðfrøðiligur aktivitetur.

 

Vilt tú eta myrka sjokolátu og umganga ov nógv cadmium, so skalt tú eta sjokolátu, sum kemur úr Afrika, har jarðfrøðiligi aktiviteturin er lítil. Tú kanst eisini eta mjólkasjokolátu, sum inniheldur munandi smærri mongdir av cadmium. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.