- Tíðindi, mentan og ítróttur
Earth Hour - sløkk ljósið í ein tíma

28. mars verður heimsins størsta umhvørvisátak: Earth Hour. Átakið gongur út upp á at eggja býum, kommunum, arbeiðsplássum, felagsskapum og privatum um at sløkkja alt ljós í ein tíma.
Tað er millum 20:30 og 21:30, at hús og býir fara í svart. Hetta fyri at varpa ljós á tær stóru umhvørvisavbjóðingar, heimurin stendur fyri. Sløkta ljósið er eitt symbolskt róp til bæði politikarar og hin einstaka um at virka fyri at basa veðurlagsbroytingunum.
Tað er umhvørvisstovnurin, WWF (World Wide Fund for Nature), sum hevur tikið stig til tiltakið, og var tað fyrstu ferð í Sidney, Avstralia, í 2007. Hetta eggjaði fleiri býum og londum til at gera tað sama, og Earth Hour er í dag eitt heimsfevnandi tiltak. Í fjør luttóku 162 lond í Earth Hour, sum hevur verið tað mesta higartil.
Tað er sera lætt at luttaka í hesum altjóða átakinum, sum er til frama fyri okkara jørð – liv uttan ljós í ein tíma leygardagin 28. mars klokkan 20:30.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




