Týskur filmsfestivalur í Norðurlandahúsinum

Savnsmynd
Týskur filmsfestivalur í Norðurlandahúsinum
Týskir filmar verða sýndir Norðulandahúsinum um dagarnar
25.03.2015 - 19:45

Filmsframleiðslan í Týsklandi er nógv ment seinastu tíðina. Í tí sambandi er Norðurlandahúsið karmur um týskan filmsfestival, har átta nýggir týskir filmar verða sýndir – eingin eldri enn fimm ár. Filmarnir fevna um alt frá spenningi og drama til søguligar og dokumentariskar filmar.

 

- Goethe Institut setti seg í samband við týsku sendistovuna í Danmark, sum aftur setti seg í samband við Norðurlandahúsið. Goethe-institut bjóðaði sær til at sýna filmarnar í Føroyum púra ókeypis og sjálvandi søgdu vit ja takk, sigur Sif Gunnarsdóttir.

 

Fleiri útlendskir filmar eru vístir í Norðurlandahúsinum eftir hondini, men hetta er fyrstu ferð, at týskur filmsfestivalur er í Norðurlandahúsinum.

 

- Sjálvandi vilja vit sýna filmarnar her í Norðurlandahúsinum, tí teir eru fantastiskir, sigur Sif Gunnarsdóttir.

 

Filmar skulu upplivast

Umframt at Sif segði nøkur orð um týska filmsfestivalin, so segði týski Marko Naoki Lins frá týsku sendistovuni eisini nøkur orð.

 

- Filmar geva okkum eina uppliving, og tí skulu vit fjálga um filmslistina. Hesir filmarnir eru bæði bygdir á søguligar hendingar og íspunnar hendingar. Summi minnast ikki allar søguligu hendingarnar, men her kann filmurin hjálpa okkum. Vónandi geva hesir filmar eisini pláss til eftirtanka hjá hyggjarunum, segði Marko Naoki Lins frá týsku sendistovuni í Keypmannahavn.

 

Filmslistin blómar

Í Týsklandi verða 170 filmar framleiddir árliga. Hvørt ár fær filmslistin í Týsklandi 1,2 milliardir krónur í stuðli. Týskarar eru tó sera kritiskir mótvegis sínum egnu filmum, men um dagarnar verða kortini átta týskir filmar sýndir í Norðurlandahúsinum.

 

 

 

Á skránni eru:

 

Mikudagin 25. mars kl. 17.00  - "Barbara" (2012)

Filmurin snýr seg um týska læknan Barbaru, sum fær revsing fyri politiskt ólýdni í 1980-árunum. Hon roynir at flýggja úr Eysturtýsklandi til vesturheimin, men verður alla tíðina órógvað av Stasi. Og so er tað gátuføri starvsfelagin André, sum bæði tykist at vera Stasi-njósnari, men eisini forelskaður í henni.

 

Mikudagin 25. mars kl. 19.00 – "Goethe" (2010)

Filmurin er eitt týskt biografiskt drama um týska skaldið, Goethe. Filmurin er bæði romantiskur og søguligur. Hann snýr seg um fyrsta kærleikan hjá Goethe og hansara virknastu árum frá 1772.

 

Hósdagin 26. mars kl. 17.00 – "Hannah Arendt"

Filmurin snýr seg um týska/jødiska politiska teoretikaran og heimsspekingin, Hannah Arendt. Hon fann upp á máliskuna "óndskapsins tómleiki", meðan hon fylgdi við sakarmálinum móti fyrrverandi nazistinum, Adolf Eichmann, fyri The New Yorker í 1961.

 

Hósdagin 26. mars kl. 19.00 – "This ain't California" (2012)

Ein ungdómsfilmur, ið lýsir rullifjøls stakmentanini, sum blómaði í Eysturtýsklandi tíðliga í 1980'árunum. Filmurin hevur vunnið fleiri virðislønir altjóða virðislønir.

 

Fríggjadagin 27. mars kl. 17.00 – "Westen" (2013)

Nelly Sneff býr í Eysturtýsklandi síðst í 1970-árunum. Fyri trimum árum síðan doyði drongur hennara, Wassilij. Hon droymir um at flýggja vesturum og at rýma undan síni traumatisku fortíð. Men tá vesturlendsku fregnartænasturnar fara undir at kanna, hví Wassilij hvarv, hevur Nelly valið millum at finna sannleikan um hennara fyrrverandi drong ella dreymin um eina betri framtíð.

 

Fríggjadagur 27. mars kl 19.00 – "Almanya – Wilkommen in Deutchland" (2010)

Skemtiligi familjufilmurin snýr seg um fleiri ættarlið av einum týskum-turkiskum ættarbólki. Tað skemtiliga í filminum byggir á mentanarligar misskiljingar, ið taka støði í, hvat ein tjóðskaparligur samleiki er.

 

Leygardagin 28. mars kl. 17.00 – "Die Unsichtbare" (2011)

Ein ørkymlað drama-lesandi fær at vita frá sínum lærara, at hon er ósjónlig. Men so bjóðar ein leikstjóri henni ein krevjandi høvuðsleiklut.

 

Leygardagin 28. mars kl. 19.00

40 ári gamli Frank fær at vita, at hann hevur fingið ein svull í heilan og fer at doyggja um fáar mánaðir. Filmurin vísir, hvussu hann sjálvur, konan, børnini, vinir og kenningar fyrihalda seg til fysisku og mentalu afturgongdina hjá Frank. Alt hetta skrásetir hann á síni fartelefon.

 

Les meira um filmarnar her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.