Lesandi missa 200 krónur um mánaðin

Mynd frá mótmælinum í Hoydølum
Lesandi missa 200 krónur um mánaðin
Føgur orð vórðu givin tann dagin, tá tíðindi bórust um, at alt Føroya fólk nú hevði ókeypis atgongd til allar orðabøkurnar hjá Sprotanum og Orðabókagrunninum. Men soleiðis er tað kortini ikki...
01.04.2015 - 00:45

Tá Sprotin 1. januar boðaði frá, at orðabøkur Sprotans ikki longur vóru ókeypis, var nógvur ungdómur, bæði í fólkaskúlunum og í miðnámsskúlunum, á gosi. Tey funnu seg ikki í hesum og tóku tískil stig til mótmæli.

 

Í hesum døgum var tíðindaflutningurin fyltur við myndum av rebelskum ungdómum, sum forðaðu fyri undirvísingini, av tí tey vildu vísa sína ónøgd víðkjandi hesum máli.

 

 

Ungdómurin fekk sín vilja

Góðar tvær vikur eftir varð slóðbrótandi semja gjørd, tá ið Mentamálaráðið, Kommunufelagið og Sprotin gjørdu avtalu um, at allur heimurin nú fekk ókeypis atgongd til orðabøkur Sprotans.

 

 

Nú skulu tey lesandi kortini gjalda

Í fyrstu atløgu var mett, at tað varð ov dýrt at áhaldandi veita næmingum ókeypis atgongd. Tó bendir einki á, at hetta er broytt. Mentamálaráðið hevur nú lækkað studningin við 200 krónur hjá øllum lesandi í Føroyum.

 

- Kanning vísir, at tað eru mest tey lesandi í Føroyum, ið nýta Sprotan. Tískil hava vit í Mentamálaráðnum saman við Sprotanum mett, at hetta sjálvssagt er nakað, næmingarnar skulu gjalda fyri, sigur Bjørn Kalsø í stuttari viðmerking við Røddina.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.