- Tað er stuttligt at spæla hondbólt

- Tað er stuttligt at spæla hondbólt
Smyril Line Cup er í hallunum í Havn í páskaferiuni. Gentur og dreingir millum 13-16 ár úr bæði Føroyum og Danmark eru samlað um eitt felags áhugamál: at spæla hondbólt
01.04.2015 - 12:45

Tað er týsdagur, og næsti dagurin í kappingini er um at vera liðugur. Mikudagin 1. apríl er seinasti dagur í kappingini. Tá verða semifinalurnar og finalurnar leiktar.

 

Eg fari inn í Hoyvíkar Skúla, har allir hondbóltsspælararnir búgva, meðan kappingin er. Nógvir skógvar sløðast í gongini, so eg fari eisini úr skónum.

Øll fóru úr skónum, áðrenn tey fóru inn í skúlan

 

Komnir at spæla hondbólt

Beint við gongina standa tveir dreingir við eina mynd av ymiskum gróti. Teir royna at úttala tey ymisku orðini, men mann má spíla oyruni út, um mann vil skilja royndirnar hjá teimum at tosa føroyskt. Teir gera ikki fleiri royndir at snakka føroyskt, tá eg komi gangandi. Teir tíma kortini væl at tosa við meg, tá eg spyrji teir okkurt um kappingina.

 

- Vit eru sjálvandi fyrst og fremst komnir her at spæla hondbólt, men eisini fyri at royna nakað nýtt. Tað er stuttligt at spæla hondbólt í Føroyum ímóti føroyskum liðum. Støðið er eisini nakað hægri, enn vit høvdu væntað. Vit hava tapt næstan allar dystirnar, men tað leggja vit einki í. So leingi tað er stuttligt, so er tað fínt.

 

Vit komu til Føroya kl. 05.00 mánamorgunin, so tá vóru vit øll troytt, og summi vóru ring í sjóverki. Vit vóru bara í Havn allan fyrrapartin, tí kappingin byrjaði seinnapartin. Vit fóru ein túr oman í býin. Tað er ein hugnaligur lítil býur, men tað mest fantastiska var, at vit upplivdu fýra árstíðir upp á ein dag. Tað skilja vit ikki!

Teir dugdu ikki so væl at úttala føroysku grótsløgini, men teir tímdu væl at práta um hondbólt

 

Her er nokk at taka hond í

230 spælarar, venjarar og nøkur fólk afturat eru við í kappingini. Fimm lið eru komin úr Danmark og 14 føroysk lið eru við.

 

- Her er nokk at gera. Her er eisini nógv at halda stýr á. Øll mugu koma til tíðina, dómararnir skulu eisini møta upp. Vit hava havt eitt sindur av trupulleikum við dómarunum, men alt hevur kortini gingið væl. Eg havi ikki sæð so nógvar dystir sjálvur, tí eg havi verið her inni og gjørt morgunmat frá kl. 06.00, síðan matpakka og nú døgurða, sigur ein av fyrireikarunum, Morten Hust Pedersen, meðan hann stendur og ruddar av borðunum eftir at spælararnir eru mettir og væl settir.

Morten Hust Peteresen ruddar upp, tá spælararnir hava etið

 

Hondbóltur og mentan í einum

Fýra gentur sita enn í matarsalinum og eta.

 

- Tað er kul at koma til Føroya at spæla hondbólt. Vit uppliva eina nýggja mentan, samstundis sum vit sleppa at spæla hondbólt. Støðið er nakað hægri, enn vit høvdu høvdu væntað. Vit hava eisini tapt allar dystirnar, men samanhaldið er gott, so tað ger onki, siga tær við einum brosi.

 

Genturnar hava verið uppi síðan kl 07.00, tí fyrsti dysturin byrjaði longu kl 08.00. Seinasti dysturin var ikki liðugur fyrr enn seint seinnapartin.

 

- Tað er strævið at spæla so nógvar dystir, men vit hugna okkum. Vit eru næstan allatíð í høllini, tí vit heppa eisini á hini liðini hjá okkum.

 

Tá eg hitti tær, høvdu tær kortini tikið eina pausu frá høllini. Tær fingu sær døgurða í matarsalinum.

 

Fýra árstíðir upp á hálvan tíma

- Vit hava upplivað nógv í Føroyum. Vit vóru í einum speedbáti runt um Nólsoynna. Bilarnir steðga eisini altíð, tá vit skulu yvir um vegin. Tað eru vit ikki vanar við! Vit hava eisini brúkt bussin nógv. Tað er heilt ótrúligt, at teir eru ókeypis. Og so er eisini ókeypis internet! Tað er púra óhoyrt! Siga tær allar við ein munn.

 

- Vit hava eisini uppplivað fýra árstíðir upp á ein hálvan tíma!

 

So vendir samrøðan brádliga.

 

- Nú vilja vit spyrja teg nakrar spurningar. Hvussu vita tit, hvørji klæðir tit skulu lata tykkum í? Tí vit finna also ikki útav hesum veðrinum, siga tær við ein munn.

 

Eg blívi eitt sindur kløkk, tí eg hevði ikki væntað, at eg skuldi spyrjast um ymiskt um Føroyar. Men tað ger onki. Viðhvørt kunnu rollurnar býtast um. Eg svari sum best ber til, at vit føroyingar bara hava vant okkum við veðrið. Vit fara næstan altíð í ein jakka, tá vit fara út um hurðina, tí vit vita sjálvndi ongantíð, hvussu veðrið er, tá vit koma heim aftur.

Genturnar frá Klintsøgaard Efterskole taka ein steðg frá hondbóltinum, meðan tær eta

 

Nýggjar avbjóðingar

Eg fari yvir aftur í Hoyvíkshøllina. Har sita nakrar føroyskar gentur og hyggja, meðan dreingirnir spæla ein dyst.

 

- Tað er stuttligt at vera við í eini slíkari kapping. Tað er strævið at spæla so nógvar dystir, men tað er kortini stuttligt og avbjóðandi. Kappingarnar í Føroyum verða í longdini eitt sindur einstáttáðar, tí vit spæla altíð ímóti somu liðunum. Nú sleppa vit kortini at spæla ímóti nýggjum liðum. Tað er super, siga tær.

Tað er deiligt við nýggjum avbjóðingum, halda neistagenturnar

 

Finalurnar

Mikudagin 1. apríl verða finalurnar spældar í Hoyvíkshøllini:

G16 kl. 13.30

D14 kl. 14.30

G14 kl. 15.30

D16 kl. 16.30

 

 

Viðhvørt vóru nærdystir

 

Skógvurin er fastur í netinum

 

Summir dystir vóru sera javnir

 

Leikararnir takka fyri dystin

 

Tá tey ikki spæla sjálv, sita tey í høllini og stuðla hinum liðunum

 

Tað var kø at sleppa undir brúsuna eftir dystin

 

Tað snýr seg um at finna kreativar loysnir, tá handkløðini skulu turkast

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.