- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hillary stillar upp
Fyrrverandi forsetafrúgvin, Hillary Clinton, legði í gjárskvøldið eitt filmsbrot út, har hon kunngjørdi, at hon stillar upp sum forsetavalevni fyri demokratarnar næsta ár.
Fyrstu ferð, Clinton stillaði upp sum forsetavalevni, var í 2008, tá Barack Obama gjørdist forseti, og er hetta tí aðru ferð, at hon stillar upp.
Nýggjar veljarakanningar benda á, at líkindi fyri, at Clinton vinnur hesa ferð, eru munandi størri, tí hon er mett at vera sterkasti kandidaturin hjá demokratunum.
Tó verður tað allarhelst eitt tógvið valstríð, av tí at republikkanarar standa sterkast í amerikanskum politikki í løtuni.
Vinnur Clinton komandi ár, verður hon ikki einans næsti forsetin við eyðkenda eftirnavninum, men eisini fyrsti kvinnuligi forsetin í amerikanskari søgu.
Niðan fyri ber til at síggja filmsbrotið, sum Clinton legði út á twitter í gjárskvøldið:
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |