Fjórði hvør universitetslesandi fær stress

Fjórði hvør universitetslesandi fær stress
Ein nýggj donsk kanning vísir, at fjórði hvør universitetslesandi er stressað/ur
20.04.2015 - 10:45

25 % av øllum donskum universitetslesandi hava ella hava havt stresseyðkenni so sum hjartabankan og høvuðpínu, vísir ein nýggj frágreiðing hjá Analyse og Tal, skrivar Jyllands-posten.dk.

 

Talið av stressaðum lesandi er økt, og hetta skyldast vantandi rammur fyri útbúgvingina og arbeiðið, sigur stressráðgevi Thomas Pape, sum ráðgevur lesandi við stressi.

 

Ymiskt lesandi, líka stressað

Stressstøðið er lutfalsliga líka á teimum ymisku megindeildunum. So tey, ið lesa hugvísindi og sum bara eru í skúla einar 10 tímar um vikuna, og tey lesandi á heilsufrøðiligu megindeildini, ið hava munandi fleiri tímar, hava líka stóran kjans at fáa stress.

 

Hetta skyldast, at tey, sum ikki eru so nógv í skúla, verða ikki vegleidd upp á sama máta og so gjølla, sum tey við fleiri lestrartímum. Tey, ið lesa hugvísindi, skulu í nógv størri mun tulka og geva av síni møguligu vitan, sigur Thomas Pape, og hetta viðførir, at eisini tey við bert 10 skúlatímum um vikuna kunnu fáa stress.

 

Útbúgvingar- og granskingarráðharrin, Sofie Carsten Nielsen (R), er stúrin og sigur, at ymisku universitetini skulu taka ábyrgd og økja um kvalitetin á útbúgvingunum. Hetta verður gjørt við at hugsa meira um feedback og undirvísingina í sjálvum sær.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.