- Mann er aldrin ov gamal at hoyra eina søgu

- Mann er aldrin ov gamal at hoyra eina søgu
Tað er ikki bara Eivør, sum rúnarbindur sína lurtarafjøld við fagrum tónum. Seks ymisk frásøgufólk rúnarbundu 600 fólkaskúlanæmingar við sínum frásøgum í Norðurlandahúsinum í dag
20.04.2015 - 19:00

Tríggir salir í Norðurlandahúsinum vóru á tremur við 600 børnum og ungum, sum vóru komin at lurta eftir livandi søgum. Í samband við altjóða frásøgudagin vóru seks fólk, fýra føroyingar, ein svenskari og ein finni, komin at fortelja søgur út frá minninum. Endamálið við altjóða frásøgudegnum er at savna seg um sjálva forteljingina og at skapa myndir út frá henni. Temaið á frásøgudegnum í ár er ynski.

Egi Dam fortelur eina syrgiliga søgu, sum tó endar væl

 

Øll kunnu hoyra eina góða søgu

Lousia Johnsdóttir, lærari í Skúlanum við Løgmannabreyt, heldur hetta vera eitt frálíkt tiltak.

 

- Tað er fínt, at næmingar sleppa frá vanliga gerandisdegnum í skúlanum. Ikki tí at vit lærarar eru keðiligir, men tað er gott hjá teimum ungu at onkran annan og okkurt annað. Hetta gevur heilt sikkurt nógv.

 

Tiltakið vardi í næstan tríggjar trímar, har frásøgufólkini skiftust at fortelja søgur í ymsu salunum. Næmingarnir tóktust kortini at vera hugtiknir og dáma søgurnar væl.

 

- Hesin dagurin gevur næmingunum so nógv. Sjálvt teir ófriðaligastu næmingarnir sita pinnastillir og lurta. Eg havi bara eina ferð prikað ein næming og sagt hússj, sigur Louisa.

 

Louisa heldur tiltakið vera bæði gevandi og stuttligt. Hóast summar søgur vórðu fortaldar á svenskum, so bilti tað einki. Næmingarnir fingu alt við kortini.

 

Hóast tiltakið í dag bara var fyri fólkaskulanæmingum, so heldur Louisa, at øll kundu trongt til at hoyrt eina søgu av og á.

 

- Eg haldi eisini, at øll kunnu hoyra eina søgu. Tað er mann aldrin ov gamal til.

 

Næmingarnir sótu hugtiknir og lurtaðu

 

Lurta og skapa myndir høvdinum

Katrin Petersen var ein teimum seks, sum fortaldi søgur fyri ungdóminum í Norðurlandahúsinum. Hon heldur tað vera stuttligt at fáa fólk at lurta, sjálvt um tú bara hevur eina søgu at fortleja uttan myndir, ljóð og annað.

 

- Tá vit skulu fortelja okkurt leingi, brúka vit ofta filmar ella eina bók at lýsa evnið. Tað er kortini fantastiskt at fáa fólk at lurta við at skapa myndir í høvdinum á teimum. Vit skuldu bara gjørt tað oftari, sigur Katrin.

 

Viðhvørt kann tað vera trupult at fáa tey ungu at lurta í longri tíð. Tað kenna ivaleyst fleiri lærarar til, og sanniliga eisini næmingar. Ofta eru telefonin, Facebook og Instagram meira spennandi enn undirvísingin uppi á talvuni. Hetta heldur Katrin tó ikki vera ein trupulleiki á frásøgudegnum.

 

- Ein lítil partur keðir seg kanska og er ikki í stødinum at lurta, men næstan altíð eydnast tað at fanga tey. Ein stórur partur fylgir væl við í frásøgunum.

 

Í bilinum uppdaga vit, hvussu feitt tað er at fortelja søgur

Vit gloyma ofta at práta og fortelja søgur í gerandisdegnum. Ofta eru vit ikki til staðar, tí teldlar, snildfonir, teldur og sjónvarp eru vorðin ein so inngrógvin partur av okkara gerandisdegi, at vit næstan gloyma at vera til staðar. Tað at tosa og fortelja sægur er kortini ikki heilt útdeytt.

 

- Í bilinum práta vit ofta. Tá kann mann ikki ordiliga annað enn at práta og fortelja. Tá uppdaga vit ofta, hvussu feitt tað er!

Katrin Petersen umsetir torfør orð, tá Mats Rehnam sigur frá á svenskum

 

Norðurlandahúsið var stúgvandi fult

Næmingarnir sluppu at royna seg sum listafólk í steðginum

 

Í kvøld kl. 19.30 er frásøgukafé í Norðurlandahúsinum fyri almenninginum. Tiltakið er ókeypis. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.