- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oasis verður kanska endurstovnað
Kendur brøðurnir, Noel og Liam Gallagher, hvørs endaleysu samanbrestir elvdu til at bólkurin Oasis á sinni gavst, skulu nú eitast at hava bundið frið.
Sambært Gaffa hava brøðurnir enntá gjørt ætlanir um at endurstovna Oasis komandi ár.
Fjepparar av bólkinum eiga tó ikki at frøast ov tíðliga, tí fyri stuttum segði Noel í eini samrøðu við blaðið Q, at um Oasis verður endurstovnað, so er tað einans fyri peningin:
“Er nakar møguleiki fyri at vit finna saman aftur? Ja, meðan vit allir enn eru livandi, og hava hár á høvdinum, so er altíð ein møguleiki. Men bara fyri pening”
Um møguliga avtalan millum brøðurnar, um at endurstovna bólkin, er gjørd fyri pening er enn ikki greitt. Enn mugu fjepparar tí bara lurta eftir ‘Don’t Look Back in Anger’ við krossaðum fingrum og vóna, at Noel og Liam Gallagher kunnu semjast nóg leingi til at bólkurin nær at gera eina nýggja fløgu.
Kelda: Gaffa
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |