Tíðindaskriv: Gulli Briem í Norðurlandahúsinum

Tíðindaskriv: Gulli Briem í Norðurlandahúsinum
Elektroniska verkætlanin hjá Gulla Briem, Earth Affair, spælir á Transatlantisku konsertini í Norðurlandahúsinum
22.04.2015 - 12:00

Norðurlandahúsið skipar aftur í ár fyri konsertum við elektroniskum tónleiki. 

 

Eins og fyrr er talan um eitt bland av tí besta elektroniska tónleikinum, ið vit hava at bjóða í Føroyum, og einum spennandi norðurlendskum navni.  

 

Hesa ferð er útlendska íkastið íslendski bólkurin, Earth Affair, ið er elektroniska verkætlanin hjá Mezzoforte trummuleikaranum, Gulla Briem.

 

Við bólkinum rannsakar Gulli nýggjar leiðir við sjáldsomum samansetingum og ljóðum, sum endurspegla eirindaleysu náttúrukreftirnar, ið onkursvegna mynda okkum norðbúgvar. 

 

Gulli Briem fjalir tó ikki røtur sínar, tí sjálvt um hetta er langt frá funkinum hjá Mezzaforte, so er enn ein jaligur tráður í tónleikinum. Eisini eiga akkustisk ljóðføri, sum eitt nú steinharpan, sítt pláss í ambientu ljóðmyndunum.

 

Konsertin í Føroyum er fyrsta almenna frumframførslan hjá bólkinum.

 

Transatlantiska konsertin verður í Norðurlandahúsinum tann 30. apríl kl. 20.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.