Koda í Føroyum

Pernille Rostgård Olsen frá Koda
Koda í Føroyum
Rættindafelagsskapurin Koda hevur nú skrivstovu í Føroyum
23.04.2015 - 11:15

Koda er ein felagsskapur, sum tryggjar, at tónleikarar fáa pengar fyri brúkið av tónleiki teirra. Hetta verður nú lættari hjá føroyingum at tryggja sær, tí Koda fer næstu fýra mánaðirnar at hava skrivstovu í Føroyum.

 

Pernille Rostgård Olsen frá Koda kemur næstu fýra mánaðirnar at verða í Føroyum fyri at geva føroysku tónleikarunum neyðugu vitanina um brúkið av tónleiki og upphavsrættindum. 

 

Les meira um Koda her

 

Pernille Rostgård Olsen verður at hitta í Norðurlandahúsinum hvønn hósdag frá kl. 14.00-17.00. Umframt hetta er Pernille eisini at røkka á telefon.

 

So hevur tú spurningar um brúkið av tónleiki og prísir, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Pernille. Og um tú ert tónsetari ella sangskrivari og ynskir at gerast limur í Koda, so ert tú eisini vælkomin at seta teg í samband við hana.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.