Sangir til sóldagar

Sangir til sóldagar
Hóast veðrið er moðið, so eru vit komin til tíðina, har sólin so smátt byrjar at kaga fram. Her eru átta ymsir sangir til átta ymsar typur, sum gera komandi glaðar sóldagar enn betri (ella geva tær vónir um sól, tá tað regnar
25.04.2015 - 10:45

Til romantikaran

 

Tørvar tær bara eina hond at halda í fyri at gera dagin fullkomnan? Ella vónar tú kanska at hetta verður árið, har eitt summarfríggj verður til nakað meira? So er Falling hjá The Lumineers avgjørt nakað fyri teg.

 

 

 

Til hipstaran

 

Sjálvandi situr tú ikki og lurtar eftir nýggjasta hittinum. Tú lurtar heldur eftir stilla, alternative summarlagnum hjá Yo La Tengo, The Summer, ið er sum tikið úr eini melankolskari summarscenu úr nýggjasta indiefilminum, sum eingin hevur sæð enn.

 

 

 

Til tann svaka

 

Bara tí tú gongur í svørtum klæðum og turriklæði tá sólin bakar, so merkir tað ikki, at tær ikki dámar sól. Summer Nights hjá Van Halen er til tín, sum dámar harðan tónleik, men ynskir nakrar jaligar tónar, ið hóska til ein góðveðursdag.

 

 

 

 

Til tann popputa

 

Sól, vakurleiki og ball eru myndirnar, sum tú fært í høvdið av California Girls hjá Katy Perry og Snoop Dog. Sangurin er til tín, sum vilt ballast í vágsbotni, ella baka á sandagerði við eini øl, tá veðrið er av tí besta.

 

 

 

 

Til tann glaða

 

Gert tú ikki annað enn at smílast, tá sólin skínur? Glaða, livandi lagið, Dancing In the Street hjá Martha & The Vandellas fær smílið at halda allan dagin.

 

 

 

Til reyvristaran

 

Lagið er eyðkent, hýrurin í hásæti og sveittin dryppar. Ert tú tann, sum vilt sleppa út at røra teg og rista reyvina, tá sólin lúrir, so er Hot in Herre hjá Nelly júst nakað fyri teg.

 

 

Til tann svartskygda:

 

Lagið er hálvavegna millum jaligt og melankolskt, og teksturin er dapur. Sunny Afternoon hjá The Kinks er til tín, hvørs dagur ikki gerst betri av farligari stráling, ið økir vandan fyri húðkrabba.

 

Til tann vanliga

 

Dagurin er longu góður, og tú vilt bara hoyra ein góðan sang, sum passar til góðar summardagar og nætur. Onkur siga kanska, at Get Lucky hjá Daft Punk er yvirspældur, men ikki tú.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.