- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvir 3000 fólk deyð
Jarðskjálvtin, sum hevur verið í Nepal um vikuskiftið, hevur kostað 3218 fólkum lívið, og talið av særdum er væl oman fyri 6000, skrivar Information.
Jarðskjálvtin, ið byrjaði leygardagin fyrrapart (føroyska tíð), var máldur til 7,8 á richterskalanum og er tann størsti jarðskjálvtin í Nepal síðani 1934, tá ið ein jarðskjálvti upp á 8,3 tók 8500 mannalív.
Síðani jarðskjálvtin byrjaði leygardagin fyrrapart hava fleiri smærri ristingar verið, og ilt er at siga, um fleiri eru á veg.
Googlestjóri deyður
Jarðskjálvtin hevði episentur ímillum stórbýirnar Kathmandu og Pokhara, og tískil eru flestu deyðsføllini í teimum báðum býunum.
Men jarðskjálvtin hevur eisini gjørt um seg við Mount Everest. Sambært TV2 eru 17 fjallafólk, ið vóru á veg niðan Mount Everest, deyð. Herímillum ein av stjórunum hjá Google, Dan Fredinburg.
280 danir eru staddir í Nepal, og danska uttanríkisráðið boðar frá, at mann enn ikki hevur fingið samband við 52 danir í Nepal.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |