- Neyðugt við nýggjum røddum í føroyskum politikki

- Neyðugt við nýggjum røddum í føroyskum politikki
Oda Kjartansdóttir Strøm er ein av teimum ungu, ið bjóðar seg fram til løgtingsvalið
29.04.2015 - 16:30

Oda Kjartansdóttir Strøm boðaði frá, at hon ikki stillaði upp til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin. Men nú er vent í holuni. Oda avgjørdi herfyri at verða verandi á Javnaðarlistanum.

 

- Lívið rættar seg ikki altíð inn, sum mann ætlar ella væntar, og eina løtu helt eg ikki, at tað fór at bera til fyri meg. Men hugurin og motivatiónin var har allatíðina.

 

 

Ein avbjóðing hjá nýggjum valevnum at koma fram í ljósið

PolUng, sum er umboðið hjá politisku ungmannafeløgunum í Føroyum, roynir at arbeiða við hesum. Tó heldur Oda, at tað skuldi verið meira orka løgd í hetta, sum gjørdi tað lættari hjá nýggjum valevnunum at sleppa at royna seg.

 

- Tað er torført at koma fram at útvarpi og sjónvarpi, um tú ikki longu ert ein markeraður, politiskur persónur. Hetta hevur við sær, at ókend og nýggj valevni ikki verða í líka stóran mun sædd, hoyrd ella kanska vald. Eksponering er jú so týdningarmikið, og tað er ein uppgáva, ið fjórða statavaldið átti at tikið til eftirtektar.

 

 

- Vandamikið fyri fólkaræðið

Oda heldur, at tað er neyðugt við meira gjøgnumskygni í politikki, tá talan er um fíggjarligan stuðul til valstríð. Hon vísir á uppskotið, sum andstøðan legði fram, um at allir flokkar skulu uppgeva privatan fíggjarligan stuðul, um stuðulin fer upp um eina ávísa upphædd. Hetta uppskotið varð felt. 

 

- Tað er vandamikið fyri okkara fólkaræði, um peningaligur stuðul verður latin orsakað av persónligum ella vinnuligum áhugamálum. Hetta kann hava við sær, at vit bert fáa livibreyðspolitikkarar, sum ikki brenna fyri sakini.

 

 

Oda tók við sum forkvinna í Sosialistisk Ung í 2014 eftir John av Reyni

 

Mann má viga fyri og ímóti

Oda ivaðist leingi í, um hon skuldi stilla upp nú ella bíða til seinni. Motivatiónin var har allatíðina, og hon visti eisini, at hon fyrr ella seinni fór at stilla upp.

 

- Politikkur fyllir øgiliga nógv í mínum hugaheimi og gerandisdegi bæði við at fylgja tíðindunum og tílíkum, men eisini í arbeiðnum við ungdómspolitikki og lesnaði av politikki og umsiting. Vit mugu hava nøkur sterk valevni, sum eisini kunnu umboða yngra ættarliðið.

 

Hóast Oda er motiverað, er tað ein stór avjóðing at bjóða seg fram, tá hon bæði arbeiðir og gongur í skúla við síðuna av.

 

- Nógv tíð og orka verður brúkt, tá ein skal byrja eitt valstríð. Velur ein at stilla upp, velur ein samstundis at vera ein almennur persónur. Mann má viga fyri og ímóti.

 

 

- Neyðugt við nýggjum røddum í føroyskum politikki

Oda er sannførd um, at tað er neyðugt við nýggjum røddum í politikki. Har hon vísir á, at talan er ikki bara av politikkarum, men eisini í politikki.

 

- Vit liva í bestu tíðum, men onkursvegna megna øll tølini hóast hetta at peika niðureftir, og haldførið er í botn. Nógvir føroyingar eru illa fyri, men politiski myndugleikin letst ikki um vón. Tí eri eg sannførd um, at tað er neyðugt við nýggjum røddum í føroyskum politikki. Ikki bara av politikkarum, men sanniliga eisini ein alternativan politikk, sigur Oda at enda.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.