Starvsvenjing í Kringvarpinum - annar partur

Á veg yvir í Norðurlandahúsið at filma.
Starvsvenjing í Kringvarpinum - annar partur
Eg skal gera mína fyrstu samrøðu fyri Dag & Viku, sum verður í Norðurlandahúsinum
29.04.2015 - 10:15

Skrivað hevur: Diana Mouritsen, starvsnæmingur í Kringvarpinum. Diana er 17 ára gomul, úr Hvalvík, og gongur á NámX í Eysturskúlanum í Tórshavn.

 

Vekjarin ringir aftur, og eg eri skjót á fótum. Eg skundi mær at gera meg klára, tí eg vil sleppa heimanífrá skjótast til ber. Eg renni oman brúnu mahogni trappurnar, lati meg í svarta jakkan og gráu skógvarnar og fari síðani út í bilin, tí nú gongur leiðin til Havnar.

 

Allan vegin til Havnar reika tankar mínir til samrøðuna, sum stendur fyri framman. Eg havi gjørt samrøður áður, men ikki upp á júst henda mátan. Hesa ferð kennist tað meira seriøst. Tær blandaðu kenslurnar fyllast innan í mær. Eg eri spent, og so hugsi eg eisini um, hvussu tað man fara at ganga.

 

Í bilinum havi eg hug at leggja meg at sova. Eg eri eitt sindur móð. Tað gekk ein góð løta, áðrenn eg sovnaði í gjár. Eg var so spent, tí at í dag skuldi eg gera mína fyrstu samrøðu fyri Dag & Viku. Tað ljóðar kanska býtt, men onkursvegna er tað eitt sindur cool, at eg sleppi at gera eitt innslag.

 

Babba setur meg av uttan fyri Kringvarpið. Áðrenn eg lati hurðina aftur, ynskir hann mær góða eydnu. Eg takki fyri og klamsi hurðina aftur. Síðani gangi eg yvir til hurðina, lati hana upp og fari innum.

 

Eg gangi upp gjøgnum tær gráu trappurnar og inn har, sum Dagur & Vika heldur til. Eg hangi jakkan á stólin og seti meg síðani á tann bláa kontórstólin. Eg hyggi á fartelefonina fyri at síggja, hvat klokkan er – hon er júst farin av níggju. Síðani tendri eg telduna og finni spurningarnar fram.

 

Eg lesi spurningarnir ígjøgnum nakrar ferðir, áðrenn tað er tíð til morgunfundin hjá Degi & Viku. Tað ljóðar eitt sindur løgið, tá hann sigur, at eg havi eitt innslag í Degi & Viku í kvøld. Eftir fundin fara eg og ein kameramaður yvir í Norðurlandahúsið at gera samrøðurnar.

 

Innslagið
Komin yvir í Norðurlandahúsið fara vit beina kós oman í Høllina, har konsertin skal byrja hvørja løtu. Kameramaðurin setur kameraðið upp og byrjar at taka upp. Ímeðan standi eg aftan fyri gardinurnar og hyggi at.

 

Tá konsertin er liðug, er tíð til samrøðurnar. Eg koyri pappírið við spurningunum í jakkalumman. Fari síðani saman við kamermanninum at leita eftir tí rætta staðnum at gera samrøðuna í.

 

Kameramaðurin sigur: ”ger so væl” og so koyrir tað. Eg spyrji spurningarnar, og 1,2,3 so er tað liðugt. Vit pakka saman og fara yvir aftur í Kringvarpið. Nú stendur klippingin fyri framman, og eg gleði meg til at síggja, hvussu tað gongur fyri seg.   

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.