Nýggj donsk vaccina ímóti klamydia

Nýggj donsk vaccina ímóti klamydia
Danskir granskarar hava tikið stór fet ímóti eini koppseting, ið kann forða kynssjúkuni klamydia
04.05.2015 - 14:15

Tað sær út til, at danskir granskarar nærkast einum gjøgnumbroti í jagstranini eftir eini vaccinu, ið kann forða kynssjúkuni klamydia, skrivar DR.

 

Granskarar frá Københavns Universitet og Statens Serum Insitut hava nú gjørt eina vaccinu, sum riggar effektivt í músum og grísum. Vaccinan verður í skrivandi løtu roynd við apum í Fraklandi.

Uppdaganin er akkurát vorðin almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum The Journal of Infectious Diseases.

 

Vaccinan riggar í músum og grísum, og tískil eru granskarar bjartskygdir og tosa longu um at gera royndir við menniskjum.

 

- Vit vænta, at vit kunnu royna vaccinina á menniskjum longu í 2016, sigur granskingarstjóri og varðastjóri á Statens Serum Institut Peter Lawætz Andersen.

 

Klamydia er ein kynssjúka, ið hvørt ár smittar 100 milliónir menniskju kring allan knøttin. Sjúkan kann millum annað føra til barnloysi hjá kvinnum, ið ikki fáa viðgerð nóg tíðliga. Í millum 25.000 og 30.000 danir verða smittaðir við klamydia hvørt ár, og tað eru serliga fólk í aldursbólkinum 15 til 25 ár, ið verða smittað.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.