- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sætta Sement kappingin verður um vikuskiftið
Innleiðandi umførini í Sement eru hetta vikuskiftið. Í ár eru 10 føroyskir bólkar og einstaklingar, sum kappast um heitið besti nýggi bólkur í Føroyum. Hetta er ein heiður, sum millum annað Hamferð, Guðrun og Bartal og Lyon & The Colour Storm hava vunnið.
Vinnarin av Sement 2015 fær eitt gávubræv á tríggjar dagar í Bloch Studio. Gávubrævið hevur eitt virði á umleið 17.000 kr. Eisini fær vinnarin eitt gávubræv á 3.000 kr. frá Simme Musikkhús.
Skráin til innleiðandi umførini er hendan:
Fríggjakvøldið 15. mai
20.00 - Figment Dwells
20.30 - Roysningarnir
21.00 - Rokkvi
21.30 - Sissal
22.00 - Konni Kass
Leygarkvøldið 16. mai
20.00 - In Paralell
20.30 - Tummas Eivind og Hans Arni
21.00 - Mairbritt "Emjay"
21.30 - Slýggj
22.00 - Iron Lungs
Sí sjónbandalagið Tilvitskuleinkjur hjá Guðrun & Bartal, sum vunnu Sement í 2011
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |