- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Vilja hava Sement hvørt ár
Tveir bólkar hava longu verið á pallinum, og Röddin hevur fingið orð á Bartal Augustinussen, sum samskipar tiltakið. Vit tosaðu við hann um Sement, og hvørjar tankar hann hevur um tiltakið í ár í mun til hini árini.
- Undirtøkan í ár er fín. Í fjør vóru tað 12 bólkar, árið fyri tað vóru 7, og í ár eru tað so 10. Undirtøkan er eitt sindur svingandi, og tað vil tað vera, tá tað er hvørt ár. Orsøkin til, at vit hava Sement, er fyrst og fremst fyri at hava ein pall til nýggjar ungar tónleikarar, og tað vilja vit hava hvørt ár.
Hóast góðar karmar og gott tiltak eftirlýsir Bartal fleiri áhoyrarar.
- Í ár eru vit sloppin inn í Reinsaríið, og eg haldi, at tað riggar væl. Eg eri væl nøgdur. Eg hevði ynskt, at tað vóru eitt sindur fleiri áhoyrarir, men eg haldi, at tað legst aftrat sum kvøldið gongur. Vónandi verður útselt til finaluna, sum verður næsta leygarkvøld.
Skráin fyri kvøldið sær soleiðis út:
20.00 In Paralell
20.30 Tummas Eivind & Hans Arni
21.00 Maibritt "Emjay" Reyná
21.30 Slýggj
22.00 Iron Lungs
In Paralell
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |