Eg eri tann, ið eg eri

Eg eri tann, ið eg eri
Síggj vøkru og hugtakandi andlitsmyndirnar av tvørkyndum børnum úr myndarøðini 'Inside Out: Portraits of Cross-gender Children'
20.05.2015 - 20:00

Í framhaldandi myndarøðini Inside Out: Portraits of Cross-gender Children, sum byrjaði fyri níggju árum síðani, hevur hálendska myndakvinnan, Sarah Wong, tikið andlitsmyndir av børnum, ið hava skift kyn ella ynskja at skifta kyn, tí at tey ikki føla seg sum tað kynið, ið tey eru fødd við.

 

- Holland er eitt av mest víðskygdu londunum, tá tað snýr seg  kynsligan samleika - eisini viðvíkjandi tvørkyndum børnum, sigur Wong.

 

Sambært myndakvinnuni sleppa nøkur fá tvørkynd børn í Hollandi at taka sokallaðar pubertets-blokkarar, sum er heiligvágur, ið útsetir pubertetin. Tá tey eru 16 ára gomul, kunnu tey, um tey ynskja tað, fáa sterkari hormon-viðgerð, ið fær tey at líkjast hinum kyninum meira, og sum 18 ára gomul kunnu tey fáa bjóðað skurðviðgerð.

 

Hugskotið við hesum er, at børnini á tann hátt fáa góða tíð til at rannsaka sínar kenslur og finna útav, um tey veruliga ynskja at skifta kyn. Broyta tey meining, so kunnu tey gevast við at taka heiligvágin og venda aftur til kynið, sum tey eru fødd við. Somuleiðis bjóðar mann tí ikki skurðviðgerð, fyrr enn tey eru blivin 18.

 

Øll børnini í myndarøðini eru avmyndað sum tað kynið, ið tey føla seg sum. Allar genturnar eru føddar sum kallkyn, og allir dreingirnir eru føddir sum kvennkyn.

 

 

 

 

"Eg eri tann, ið eg eri. Um eg ikki kann traðka alment fram, so fer samfelagið aldrin at skilja meg." - Barn

 

 

7 ára gomul genta í 2011

 

"Pápi hansara gav honum leikur til dreingir. Men honum dámdi best at balla seg inn í gardinur og lata sum um, tað vóru kjólar. Tá hann var 10, bleiv hann ein genta og byrjaði at brúka umklæðingarrúmini og vesini til gentur. Hon veit, at hon kann fáa eina skurðviðgerð í framtíðini. Men tað hugsar hon ikki um enn." - Foreldur

 

 

Mynd av gentu sum sjey ára gomul í 2006, og sum tíggju ára gomul í 2009

 

 

 

Mynd av dreingi sum 14 ára gamal í 2007 og sum 17 ára gamal í 2010 saman við boksivenjara sínum.

 

"Tann týdningarmiklasta avgerðin í lívi mínum sum mamma var at geva dóttur míni møguleikan at liva sum ein drongur. Hetta er tann, ið hann veruliga er. Eg síggi, at hann gerst glaðari og glaðari hvønn dag." - Foreldur 

 

 

Mynd av gentu sum 10 ára gomul í 2003, og sum 17 ára gomul í 2010

 

 

"Eg haldi, at øll mugu verða ærlig um tað. Serliga ung, sum enn ganga í skúla. Á tann hátt kunnu vit skapa meira empati í skúlunum, og fólk fara at ansa betri eftir hvørjum øðrum. Fólk fara ikki at døma onnur líka skjótt." - Barn

 

 

Mynd av dreingi sum 14 ára gamal í 2006, og sum 18 ára gamal í 2010

 

 

"Tú mást ongantíð geva upp. Um tú heldur, at alt er vónleyst, so tekur tú feil. Tað fer at verða tað vert." - Barn

 

 

Mynd av gentu sum 9 ára gomul í 2003, og sum 16 ára gomul í 2009

 

 

"Hóast tað kendist, sum átti tað at vera soleiðis, so píndi tað meg. Eg fekk eina vakra dóttur, men eg misti ein son. Lívið hjá henni verður ongantíð lætt. Eg eri bangin fyri, at hon verður hjartaknúst."  - Foreldur

 

 

 

 

"Fólk bóru seg ikki merkiliga at, tá eg byrjaði at lata meg í sum ein genta. Tey skiltu, at nú var eg endiliga tann, sum eg veruliga var." - Barn

 

Les meira um myndarøðina Inside Out: Portraits of Cross-Gender Children her.

Les meira um tvørkynd her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.