- Tíðindi, mentan og ítróttur
Amy Winehouse hittar aftur
Dokumentarfilmurin AMY, ið snýr seg um nógv umrøddu songkvinnuna, Amy Winehouse, bleiv møttur við nógvum fagnaða frá ummælarum, tá hann bleiv frumsýndur á filmfestivalinum í Cannes.
Sambært ummælarum bjóðar filmurin hyggjarum eina vakra og djúptøkna lýsing av lívinum, tónleikinum og syrgiligu lagnuni hjá songkvinnuni, ið doyði av eini yvirdosis í 2011, einans 27 ára gomul.
Forfilmurin til AMY bleiv avdúkaður fyri nøkrum døgum síðani, og í honum síggja vit, at leikstjórin, Asif Kapadias, m.a brúkar privat filmsbrot av songkvinnuni til at fortelja søgu hennara.
Nærgongdi frásagnaðarhátturin hjá leikstjóranum hevur tó fingið fyrrverandi mann hennara, Blake Fielder-Civil, og pápa hennara, Mithcell Winehouse, ið ikki eru framstillaðir í besta ljósi, til alment at taka frástøðu frá filminum.
Sambært leikstjóranum er filmurin tó ein objektiv frásøgn, ið er bygd á samrøður við fólk, ið kendu songkvinnuna væl.
Filmurin verður frumsýndur 30. juli í Danmark, men enn er tó ikki greitt, nær hann verður sýndur í Føroyum.
Kelda: Gaffa
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |