- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kom við backstage á Sement
- Uuu uuhuuhuuuuhu
Hvussu kann mann lýsa ein person, sum hitar røddina upp? Í øllum førum sita tónleikararnir backstage og hita upp til teirra túrur byrjar.
- Ná, hvar er Hjørtur?
- Hann er ikki komin enn. Hann situr sikkurt heima og etur pizza. Ella er hann í brúsu. Eg veit ikki. Hann kemur nokk skjótt.
- Tú hevur drukkið alt for nógva øl hesa vikuna. Nú mást tú taka teg saman!
Konni situr við gittara í sofuni í endanum á hølinum. Hon er seinasti finalistur á pallin.
Les eisini: Konni vann Sement 2015
Í hinum endanum sita Sissal og bólkur hennara. Tey eru just liðug at framføra, og ølirnar eru skjótar at koma fram á borðið.
- Fara tit í býin seinni? Ja, man ikki tað... Eina øl ella báðar tvær kann mann altíð drekka.
Bólkurin hjá Sissal hevur akkurát fingið frænir av, at stroymingin riggaði ikki heilt, sum hon skuldi.
- Ha??? Vil tað so siga, at ongin kundi stroyma okkum? Langt úti altso!
- Tað virkaði annars sum, at tá vit vóru liðug at spæla, at mann hoyrdi tey siga: áh, hatta var gott.
- Ná, eg má líka pissa, áðrenn vit fara á pallin.
Tit mangla onki her uppi ha?
- Nei, vit mangla bara gott veður!
Tað fáa fólkini, ið syrgja fyri at kaffi, chips og vatn er borðunum, tó onki gjørt við.
Fyrireikararnir kanna, um stroymingin riggar
- Ná, nú riggar stroymingin! Wuhuu. Come on. Check it out! Wow yeah..
- Nú skuldu vit bara havt tað á stórskíggja. Kanst tú ikki koyra tað á hasa stóru telduna harbeint og seta hátalararnar frá?
- Jú, eg kann royna, men eg veit ikki, um tað koyrir for seint í mun til skíggjan.
- Ná hvat siga tit? Eina síðstu øl áðrenn vit fara niðurundir at hoyra úrslitini?
- Nei, tað náa vit ikki. Halt kjaft ikki. Eg má ikki drekka so illa!
Frá backstage kundi mann fylgja við, meðan Rökkvi spældi
- Tú vinnur heilt sikkurt!
- Nei, tú vinnur heilt sikkurt!
Hóast talan er um tónleikakapping, so var andin góður millum tónleikararnar aftan fyri pallin.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |