- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tí skalt tú sova nakin

Tá ið Marilyn Monroe varð spurd, hvørjum hon svav í um náttina, svaraði hon: bara Chanel №5. Sjálvt um hetta ljóðar væl, so er tað eisini vísindaliga prógvað, at tað er sunt at sova nakin, skrivar Femina.
- Tín kropshiti skal fella um náttina, soleiðis at tú betri kann framleiða svøvnhormonið melatonin. Men hetta verður hindrað, um tú ert ílatin, sigur serlæknin Jan Børger.
- Um tú harafturímóti ert úrlatin, ja, so kanst tú vænta tær ein munandi betri náttarsvøvn, sum eisini økir um lívskvalitetin, sigur hann. Jan Børger leggur aftrat, at tann betra hitareguleringin í kroppinum lækkar framleiðsluna av strongdarhormonum, sum viðførir meira orku og yvirskot um dagarnar.
Her eru tríggjar góðar grundir til at sova nakin:
- Um tú svevur úrlatin, so letur tú kroppin anda, sum er ein stórur fyrimunur fyri tínar kynslimir. Hiti tiltrekkir nevniliga fukt og kann viðføra sopp og infektión í undirlívinum.
- Tá ið tú ikki pakkar teg inn í náttklæðir, ja, so kanst tú snorka teg til eitt betri stoffskiftið. Ein lægri kropshiti um náttina viðførir nevniliga, at forbrenningin í kroppinum styrkist.
- Sex- og samlívið verður betri av at sova húð ímóti húð, tí hetta økir framleiðsluna av oxytocin, ið stimbrar sambandskensluna ímillum tykkum og økir um hugin til sex.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |