Vís mær títt lestrarlív - Marita Klein Joensen, Danmark

Vís mær títt lestrarlív - Marita Klein Joensen, Danmark
Marita Klein Joensen vísir okkum sítt lestrarlív í Danmark
07.06.2015 - 18:30

Röddin setur fokus á lestrarlívið. Fylgið við á heimasíðuni komandi tíðina, har vit fara í dýpdina við ymiskum lestrarbýum og útbúgvingum.

 

Hesin tátturin snýr seg um at seta myndir á ymsu lestrarbýirnar, so tað verður lættari fyri teg at ímynda tær lestrarlívið.

 

Marita Klein Joensen – Keypmannahavn, Danmark

 

Persónurin, sum hesa ferð vísir okkum sítt lestrarlív, er 27 ára gamla Marita Klein Joensen, sum lesur í Keypmannahavn í Danmark.

 

Marita lesur MSc. International Business and Politics á Copenhagen Business School, sum liggur í Keypmannahavn.

 

Les meira um Copenhagen Business School her

 

3 ráð frá Maritu

1. Søk íbúð í góðari tíð. Seinastu árini hevði eg sæð nógv lesandi stríðast við at finna íbúð. Tað besta er at skriva seg á lista til kollegiir 2-3 ár áðrenn, mann byrjar at lesa. Ein annar møguleiki er at keypa sær eina íbúð.

 

2. Ver sosial/ur. Serliga í byrjanini av lesnaðinum. Summi fara ikki til introviku og tílíkt samansjóðandi við flokkinum, sum er í byrjanini. Hetta kann koma aftur um brekku, tí tá lesnaðurin byrjar, er tað gott at finna tey, ið mann arbeiðir best saman, um mann skal gera bólkaarbeiði. Ikki tað, á mínum lesnaði hava vit ikki havt nógv bólkaarbeiði, men øll hava tað onkuntíð og um ikki, so er tað altíð gott at hava fólk at sparra við.

 

3. Sjálvboðið arbeið/lestrarstarv. Tað hevur nógv at siga at fáa eina góða byrjan á lesnaðin, lesa væl uppá og finna sær eina góða rytmu fyri gerandisdagin. Tá mann hevur funnið tað, kann mann fara at hugsa um at pynta upp á CV’ið hjá sær, so mann er attraktivur á arbeiðsmarknaðinum eftir loknan lestur. Øll vilja hava feita lestrarstarvið, men tað er ofta ringt, um mann akkurát er byrjaður á eini bachelor útbúgving. Tí er tað gott at byrja við onkrum sjálvbodnum arbeiði t.d. hjálpa til í studentafeløgum so sum MFS (felagið fyri føroysk lesandi), Samvinnan (felagið fyri føroysk lesandi á CBS), ella øðrum sum t.d. Reyða Kross.

 

Röddin hevur biðið Maritu um at taka myndir av sínum skúla, undirvísingarhøli, kantinu og bústaði.

 

Skúlin

 

Undirvísingarhøli

 

Kantinan

 

Heima

 

 

 

Röddin ynskir Maritu góða eydnu við útbúgvingini

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.