- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hevur tú skift tína vangamynd?
Fyrst var tað #FreeTheNippe, nú hevur eitt annað átak stungið seg upp í Íslandi, og tað spreiðir seg skjótt til alla verðina.
Átakið mælir øllum til at skifta sína vangamynd út við eina av myndunum niðanfyri og nýta hastags sum #outloud #konurtala #þöggun. Samstundis eggjar átakið eisini fólkum til at deila sínar søgur á sosialu miðlunum, so trupulleikin við kynsligum harðskapi kemur fram í ljósið.
Tann gula
Hendan myndin merkir, at tú kennir ein, ið hevur verið úti fyri kynsligum harðskapi
Tann appelsingula
Hendan merkir, at tú sjálv/ur hevur verið úti fyri kynsligum harðskapi
Samansetta myndin
Fólk eru eisini byrjað at koyra eina samansetta mynd sum vangamynd. Tað merkir, at tú kennir onkran, sum er blivin útsettur fyri kynsligum harðskapi, og ert sjálv/ur útsettur.
Niðanfyri kanst tú fylgja við og síggja nýggjastu twittini frá átakinum
Tweets om #outloud #konurtala #þöggun
Hvat heldur tú um átakið? Fert tú at luttaka, ella dámar tær tað ikki? - Sig tína meining niðanfyri.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |