Kaj Klein og Bendar Spónir á G!

Kaj Klein og Bendar Spónir á G!
G! festivalurin hevur júst kunngjørt eitt nýtt tónleikasamstarv, sum kemur at spæla á festivalinum í summar
11.06.2015 - 14:30

G! hevur júst kunngjørt, at Bendar Spónir og Kaj Klein fara at spæla á ársins festivali. Samanstarvið millum vestmenningin, Kaj Klein, og bólkin, Bendar Spónir, er nakað, ið bara bíðaði eftir at henda, og hava teir saman spælt inn eina útgávu í Jútlandi fyrr í ár.

 

Útgávan, ið er eitt verk við 10 sangum, sum Kaj Klein hevur skrivað og spælt inn saman við Bendum Spónum, verður útgivin seinni í ár. Á G! 2015 verður fyrsta høvið at uppliva nýggju løgini.

 

Kaj Klein, ið telist millum okkara mest sermerktu og dugnaligu sangarum og sangskrivarum, gjørdi um seg í bólkinum Plastnoist í 80'unum og 90'unum, men er serliga kendur sum solistur.

 

Bendar Spónir er ein bólkur av ungum monnum úr Havn, sum hava spælt saman í áravís. Fyrra árið gav bólkurin tvær LP'ir út. Eina við sínum egna instrumentala tónleiki og eina saman við Kára Sverrasyni, ið báðar vóru væl móttiknar.

 

Samstarvið við Bendar Spónir hevur verið ávegis í fleiri ár. Á sumri 2013 spældi Kaj Klein saman við Bendum Spónum í Sirkus og dámdi somikið væl samstarvið, at hann avgjørdi, at teir skuldu spæa okkurt inn saman, men tað er ikki fyrr enn í ár, at tað hevur ligið fyri hjá øllum.

 

Niðan fyri ber til at hoyra lagið 'Pallasa Pengar', sum teir framførdu saman í Sirkus:

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.