- Tíðindi, mentan og ítróttur
AVE og Hamferð á G!
G! hevur júst kunngjørt, at Ave og Hamferð, ið eru tveir av best umtóktu tónleikabólkunum á føroyska tónleikapallinum, spæla á ársins G! festivali.
AVE
AVE eru Benjamin Petersen og gubbi hansara, Petur Pólson, ið altíð hava havt eitt serligt tónlistarligt tilknýti til hvønn annan. Í 2010 fóru teir undir tónleikaligt samstarv, ið hevur fevnt um soloútgávur hjá báðum.
Í fjør kom fyrsta felags útgávan AVE, ið er ein kloyvútgáva, har hvør av teimum eigur eina síðu. Síðan kloyvútgávan hjá AVE kom út, eru løg sum 'Oyðin', 'Øskuhav' og 'Arr' tráspæld á øllum útvarpsstøðum, eins og bólkurin spældi hópin av konsertum í heyst og í vetur.
Í mars fekk Petur Pólson ein blóðtøpp í heilan, og AVE spældi tí uttan Petur á ársins Faroese Music Awards, har bólkurin vann fleiri heiðurslønir.
Petur Pólson hevur sett árið av til at koma fyri seg og hevði tí ikki ætlanir um at spæla nakra konsert í ár. Men av tí at G! festivalurin stendur hjarta hansara nær, fekk hann seg ikki at avlýsa framførsluna á ársis festivali. Tí verður hetta eisini einasti møguleiki at uppliva AVE í ár.
Hamferð
Hamferð hava seinastu árini spælt meira í útlandinum enn heima og hava veruliga gjørt vart við seg á nøkrum av størstu tungmálmsfestivalum uttanlands. Eins og stórar konsertferðir í Evropa hava verið á skránni saman við bólkum sum Amorphis, Moonsorrow og Týr.
Útgávan “Evst” hevur fingið einastandandi ummæli bæði heima og úti, og tá bólkurin fyrr í ár valdi at nýta sólarmyrkingina til at spæla eina akkustiska framførslu av lagnum “Deyðir varðar” omanfyri Kvívík, gjørdist upptøkan viral og varð deild kring allan heim.
Við tilnevningini av Hamferð til norðurlendsku tónleikaheiðurslønina er áhugin uttanlands farin langt út um vanliga tungmálmsfjepparaskarðan.
Ikki er tað vanligt, at listafólk innan pop, rokk ella tungmálm verða tilnevnd til norðurlendsku tónleikaheiðurslønina, tí er tilnevningin eitt greitt tekin um tónleikaligu dygdina hjá Hamferð.
Í løtuni arbeiðir bólkurin við nýggjum tilfari, ið væntandi verður at hoyra fyrst í 2016. Men í summar ber tó til at hoyra bólkin live á G!
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |